Tjóðsavnið við frá byrjan, tá byggiætlanir og jørðarbeiði skulu fremjast
Tá kommunur, landið, SEV og størri ella smærri fyritøkur fara undir byggiætlanir, er umráðandi at fáa Tjóðsavnið við í arbeiði frá byrjan. Er Tjóðsavnið við frá byrjan, so er lættari hjá savninum at skráseta og kanna møgulig fornminni og mentanarminni á ein hátt, sum ikki tarnar byggiætlanunum, men sum tvørturímóti kann verða øllum at frama.
Tað er sera ørkymlandi fyri allar partar, um ein byggiætlan verður steðgað ella seinkað tí fornminni finnast í økinum. Hetta førir ofta við sær, at verkætlanin dýrkar ella í ringasta føri ikki kann fremjast. Í flestu førum ber lættliga til at sleppa undan slíkum støðum, um fornminnamyndugleikin (t.e. Tjóðsavnið) er við frá byrjan í sambandi við projekteringina ella longu tá arbeitt verður við hugskotinum.
Ein av stóru uppgávunum hjá Tjóðsavninum er at skráseta, varðveita og miðla jarðfest fornminni til gagns fyri okkum øll og okkara eftirkomarar. Tá lendi verða grivin burtur, hvørva mentanarsøgulig spor í lendinum og tá doyr okkara søga. Tí er umráðandi at fornfrøðiligar skrásetingar verða gjørdar av lendinum, áðrenn grivið verður. Hetta má gerast á ein skynsaman hátt, sum gagnar bæði samfelagsmenningini og mentanararvi okkara. Fyri at gera arbeiðsgongdina smidliga og umgangast tvídrátt millum áhugamálini hjá byggiharra og Tjóðsavninum, er tað av størsta týdningi, at Tjóðsavnið tíðliga í tilgongdini ger lendisskrásetingar og møguligar fornfrøðiligar kanningar.
Fólk kunnu hava fatan av, at fornfrøðilig skráseting tekur langa tíð, men hetta er ikki so longur. Tjóðsavnið hevur seinnu árini lagt stóran dent á at førleikamenna starvsfólk innan fremstu fornfrøðiligu tøknina. Nú verður m.a. arbeitt við framkomnum dronum og geo-radara sum ger fornfrøðiligu skrásetingina skjóta, neyva og dygdargóða. Úrslitið er eisini, at ein fornfrøðilig skráseting, ið fyrr kundi taka eina viku ella meira, nú kann klárast upp á ein dag.
Framferðarhættir og loysnir
Beinanvegin sum byggiharri hevur ætlan um at grava ella byggja í einum øki, verður Tjóðsavnið fráboðað. Hetta kann t.d. gerast við at senda eitt kort ella eina tekning til Tjóðsavnið, har økið er staðsett og avmerkt.
Metir Tjóðsavnið, at eingi forn- ella mentanarminni eru í lendinum, fær byggiharrin boð um hetta, og verkætlanin kann halda fram.
Koma fornminni undir arbeiðinum hóast alt undan kavi, skal byggiharrin sambært fornminnalógini steðga arbeiðinum og boða Tjóðsavninum frá.
Eru mentanarminni ella jarðfest fornminni í lendinum har ætlan er at byggja, eru ymiskar loysnir, alt eftir hvussu umfatandi ella serstøk fornminnini eru.
Niðanfyri eru dømi upp á møguligar tilgongdir, áðrenn ein ætlað útbygging verður framd. Dømini spenna seg frá tí at arbeiðið kann fara í gongd uttan fleiri fyrivarni, til at økið verður fullkomiliga friðað. Flestu loysnirnar liggja tó ímillum hesi útmørk.
Dømi 1
Í økinum eru eingi jarðfest fornminni, bert nøkur fá mentanarminni. Tjóðsavnið avger tí at gera eina 3D dronuskráseting av økinum, fyri at skjalfesta økið, sum tað sær út áðrenn útbyggingina. Síðani verður økið “leysgivið” og útbyggingin kann halda fram. 3D-skrásetingin verður løgd í savnið av skrásetingum, sum er atkomiligt hjá øllum á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum.
Dømi 2
Tjóðsavnið metir, at fornminni eru fjald í lendinum har ætlan er um bygging. Økið verður 3D-skrásett við dronu. Síðani verður ein georadarkanning gjørd fyri at finna og staðfesta útbreiðsluna á fornminnum. Verður fornminni staðfest í økinum, verður fyrst hugt eftir, um byggiætlanin kann tillagast, so fornminnið fær frið. Letur hetta seg ikki gera, má fornminnið gravast út og skrásetast, áðrenn byggiætlanin kann halda fram.
Dømi 3
Ætlan er um grevstur av rør- ella kaðalveitum. Tjóðsavnið metir, at fornminni møguliga eru á einum strekki. Fólk av Tjóðsavninum verður sett at hava fornfrøðiligt eftirlit, tá grivið verður á ávísa strekkinum. Fyri at arbeiðið ikki skal steðga upp, meðan fornfrøðiligu skrásetingarnar verða gjørdar í veitini, verður arbeiðið skipað soleiðis, at grivið verður á øðrum strekki, har lítil sannlíkindi eru fyri at finna fornminni, meðan fornfrøðiliga skrásetingin verður gjørd á strekkinum har fornminni eru staðfest.
Dømi 4
Í økinum eru fornminni av so stórum mentanarsøguligum týdningi, at fornminnamyndugleikin ikki góðtekur at fornminnini verða órógvað. Bygging kann ikki fara fram í økinum, og ein onnur loysn má finnast.
Kostnaður
Tjóðsavnið tekur ikki pening fyri at gera forkanningar, koma á fundir o.s.fr. Tjóðsavnið tekur vanliga pening fyri tænastur og arbeiði, sum tekur meira enn 1-2 dagar, men hetta verður avtalað gjørd í hvørjum einstøkum føri.