Vegleiðing um flagtekjur

Tá teir gomlu løgdu flag á tekjurnar, varð flagið lagt omaná tróðrið við umleið 5 løgum av nævur. Óslætta nævurin gjørdi at flagið ikki gleið oman. Sagt verður, at hvørt lagið av nævur heldur sær í 10 ár. Sostatt kundi ein flagtekja halda í 50 ár uttan stórvegis umvæling.

Í dag er nævurin útskiftur við takpapp og dubbaplast. Ein orsøk er høgi fermetrakostnaðurin á nævur. Í einum lagi av nævur og 20 m av takskeggi nýtast 8 fermetrar.

Frá umleið 1920 til umleið 1970 varð vanligt at nýta tjørupapp sum undirlag, lagt á sama hátt sum nævur, skorin í stykkir við yvirlegg og lagt í forbandt. Í dag fæst hetta slagið av tjørupappi ikki longur.

Gamla slagið av tjørupappi var vælegnað sum undirlag, grasrøturnar festu væl móti pappinum og fóru ikki víðari. Royndir við asfaltpappi, lagt á sama hátt, hevur ikki víst seg at vera líka gott. Um bert nýggja slagið av asfaltpappi verður brúkt sum undirlag, hava grasrøturnar lyndið til at vaksa ígjøgnum, tað kann grasa inn í húsið og føra til at tekjan verður ótøtt. Hetta er orsøkin til at dubbaplast verður nýtt omaná asfaltpapp.Fyri at flagið ikki skal ríva og glíða oman, verður trol lagt omaná dubbaplast.

Vanligt var fyrr í tíðini, at grót varð lagt omaná tekjurnar fyri at halda uppá flagið saman við torvhaldinum.

Um húsini ikki skulu nýtast til bústað ella arbeiðspláss, men bert umvælast á gamlan hátt, verður ofta spart uppá nævur, ið er heldur kostnaðarmikil. Arbeiðið verður gjørt soleiðis at nævur bert verður nýtt har undirlagið verður sjónligt, tað vil siga: Um tróðrið er lagt við fráleika millum brettini, verður bert nævur løgd omaná brettini í strípum millum brettini og framvið takskegginum móti takrennuni. Dubbaplast og trol verður síðani lagt omaná tróðrið. Um sláir eru í vindskeiðunum, verður dubbaplast lagt omaná “leggin”, ella tann partin, ið er festur omaná tróðrið.


  1. Eftir at tróðrið er klætt við pappi, verður dubbaplast (1 m breið rulla) lagt á. Byrjað verður í neðra. Niðasti banin nýtist ikki at vera breiðari enn 50 cm. (klovið rull) og verður negldur í ovara kant. Í neðra verður dubbaplast bukkað um vatnborðið og neglt í kantin við pappseymi. Sí mynd 1 og 2.  

  2. Takskeggið 3 løg av nævurskrukkum við rættsíðuni, ljósu síðuni, upp – verða negld við pappseymi í ovara kant. Nævur verða bukkaði og fest afturat vindskeið. Sí mynd 3, 4 og 5.

  3. Torvhaldsjørnini verða fest.

  4. Torvhaldið verður tilevnað. Undirkanturin verður skorin á skák, soleiðis at torvhaldið passar til hallið á tekjuni og vinkulin á torvhaldsjørnunum. Síðani verða frostholini gjørd. Fyri at fáa hesi sett hóskiliga í mun til torvhaldsjørnini, verður torvhaldið lagt upp og frostholini merkt av. Sí mynd 6 og 7. 

  5. Næsti bani av dubbaplast verður lagdur oman móti torvhaldinum og negldur í ovara kant. Omaná dubbaplast verður trol lagt á, 1 m breitt, eins og dubbaplasti, hetta verður somuleiðis neglt í ovara kant. Dubbaplast og trolbanar verða umskarðaðir við í minsta lagi 25 cm, soleiðis at væta ikki setur upp um skoytið. Sí mynd 8. 

  6. Tá komið er upp móti mønuni, verður ein bani av dubbaplast bukkaður tvørtur um sjálva mønuna. Banin verður ikki negldur. Trol verður lagt omaná – somuleiðis tvørturum mønuna – og bundið fast í trolini á síðunum. Sí mynd 9.

  7. Ymiskt er hvussu menn skera flag. Ein háttur er sum víst á mynd 10, 11, 12 og 13. Hóskandi stykki verður funnið at skera til flag. Grasið verður sligið, og síðani verður vøllurin taðaður við grastøðum og kálki einar 14 dagar áðrenn skorið verður. Torvurnar verða skornar umleið 40 cm, 12-15 cm breiðar og umleið 15 cm høgar, knappa spakadjúpd.

  8. Torvurnar verða lagdar frá í neðra og uppeftir, á hendan hátt verða torvurnar trampaðar saman, samstundis sum ein hevur gott fótafesti. Torvurnar verða lagdar oman móti torvhaldinum, soleiðis at breiddin á torvunum kemur at svara til tjúktina á álagda flagnum. Niðasta røðin av torvum verður skorin soleiðis, at torvurnar liggja væl at og geva eitt javnt trýst á torvhaldið. So hvørt sum røðirnar verða lagdar, forskotnar í mun til hvørja aðra, verða tær trampaðar saman. Sí mynd 14 og 15.

  9. Sera umráðandi er at tekjan verður vatnað væl, frá tí liðugt er at leggja til gróður er komin í. Um turkur er, kann tað verða neyðugt at vatna 2 ferðir um dagin. 

Myndirnar nr. 1-15 eru tiknar í sambandi við umvæling av flagtekjuni á Skansahúsinum í Tórshavn í 1993. Fyri ikki at misskilja vegleiðingina hvussu dobbaplast verður lagt, skal viðmerkjast, at myndirnar 1-15 eru tiknar undir umvæling av eini tekju, ið frammanundan hevði dobbaplast álagt.

Myndirnar 16-20 vórðu tiknar í sambandi við nýgerð av flagtekjuni á hoyggjhúsinum í Hoyvík. Hesar sýna millum annað, hvussu nævurin verður negld millum gloppini í tróðrinum. 


Previous
Previous

Vegleiðing um fornminni í sjónum

Next
Next

Vegleiðing um nýtslu av metalldetektor