Trantklukka
Yvir 20 sløg av trantklukkum (Curculionidae) eru skrásett í Føroyum.
Vakstrarhústrantklukka er vanlig innandura. Hon er knappan sentimetur til longdar. Framparturin er knortlutur í útsjónd, meðan bakparturin er meira foyrutur. Hon er svørt við gulum flusum og hárum, ið gevur verndarveingjunum gulblettuta útsjónd. Tranturin stendur framman fyri eyguni, uttast á trantinum eru kamparnir, ið standa beint út til síðurnar. Vakstrarhústrantklukka rennur upp á ein eyðkendan, seinan máta, og hon dugir ikki at flúgva. Vakstrarhústrantklukka eitur á latíni Otiorhynchus sulcatus.
Í 2010 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýrið.