Hvalastøðin við Áir væl vitjað til Mentanardagar hjá Sunda Kommunu

 
Hvalastøðin 1.jpg

Uml. 250 fólk vitjaðu hvalastøðina við Áir á Mentanardøgum hjá Sunda kommunu

Árliga tiltakið Mentanardagar hjá Sunda Kommunu hevði aftur hvalastøðina við Áir á sínari skrá. Mikukvøldið tann 19. september skipaði Sunda Kommuna saman við Tjóðsavninum fyri rundvísing á hvalastøðini. Tað var ikki sum at siga tað at greiða frá stórari fjøld av fólki, sum høvdu leitað sær á hvalastøðina hetta kvøldið í miðviku. Nógv fólk komu úr Sundalagnum, men eisini úr Eysturoynni og Suðurstreymoy, og tey fingu eina kunning um, hvussu hevur gingist at umvæla støðina, hvussu langt er komið, hvat ið vantar og ætlanirnar at sýna hana fram.

Tey vitjandi høvdu tikið góðveðrið við sær, og gingu millum húsini á støðini. Og so er at spyrja, hví so stórur áhugi er at síggja ta seinastu hvalastøðina í landinum. Er tað tí at onki savn er í kommununi, er tað tí at støðin er eitt sjónligt minni frá fyrstu ídnaðartíð í landinum ella er tað so, at nógv fólk kenna seg aftur á støðini og skyldfólk teirra hava arbeitt her. Góðir spurningar at seta sær. Í øllum førum hava fólk søguligan áhuga, og ikki minst hava fólk stóra vitan um eina felags fortíð.

Kvøldið endaði við drekkamunni og framløgu í skúlanum hjá Dugna við Áir. Tað var fullur salur, fólk spurdu, og áðrenn farið var til hús, gekk prátið lystiligt í túninum. Hvalastøðin við Áir hevur eina framtíð.        



 
Previous
Previous

Tórarinn er nýggjur savnslærari á Tjóðsavninum

Next
Next

Hvalastøðin og framtíðin