Tórarinn er nýggjur savnslærari á Tjóðsavninum

Her fyri søkti Tjóðsavnið eftir nýggjum savnslærara. Inn komu 16 umsóknir. Eftir viðgerð og tilmæli frá setanarnevnd varð Tórarinn Niclasen á Rípuni settur í starv.

Tórarinn er 46 ár og hevur drúgvar royndir sum lærari. Tórarinn byrjar í starvinum sum savnslærari 1. november.

Starvið sum savnslærari gjørdist leyst, tá Regin Debess fór frá eftir at hava røkt starvið í 16 ár. Vit ynskja Tórarinn vælkomnum á savnið og Regini alt tað besta í síni nýggju tilveru í Danmark.

Previous
Previous

Savnsfagnaður í heystfrítíðini

Next
Next

Hvalastøðin við Áir væl vitjað til Mentanardagar hjá Sunda Kommunu