217 ára gomul føroysk kvinnutroyggja funnin í London
Fimm pakkar og umleið 200 brøv, vóru í gjár latin upp á the National Archives í London. Brøvini og pakkarnir vórðu send úr Føroyum í 1807. Í einum pakka var ein vøkur kvinnutroyggja, í einum øðrum fýra pør av knæsokkum til kvinnur, og í tveimum pakkum vóru byggkorn í.
Brøvini og pakkarnir, sum vóru send úr Føroyum 20. august við skipinum hjá kongaliga einahandlinum, Anna Mariu, komu ongantíð fram, tí enskir kaparar tóku skipið 2. september. Hetta var sama dag sum Ongland bumbaði Keypmannahavn og tók danska flotan. Skipið varð ført til Keypmannahavn, og hald varð lagt á førningin. Sambært skiparanum, Jurgen S Toxsvaerd, vóru 49.000 pør av hosum, umframt aðrar vørur so sum turrur fiskur, tálg, fjarðar og lýsi við, sum handilin átti. Eisini høvdu fólk sent pakkar og brøv við skipinum til familju og samstarvsfelagar í Keypmannahavn.
Gáva ætlað danskari kvinnu
Erling Isholm av Søgu- og samfelagsdeildini og Margretha Nónklett av Fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum vóru hjástødd, tá ið pakkar og brøv vóru latin upp á. Konservatorurin á Prize Paper verkætlanini, Mariana Casagrande, stóð fyri upplatingini. Í fyrsta pakkanum var ein sera væl varðveitt mynstrut kvinnutroyggja, sum snikkarin Niels C. Winther sendi úr Føroyum 20. august til harra P. Ladsen saman við einum brævi. Niels C. Winter letur heilsa frá konu síni, sum takkar unnustu P. Ladsens fyri rísingrýnið, hon hevði sent teimum. Afturfyri sendir hon henni eina nátttroyggju, sum hon vónar, at hon kann brúka. Troyggjan er lík føroysku kvinnutroyggjuni bæði viðvíkjandi liti og mynstri, men er ikki opin.
Í hinum pakkunum vóru royndir av byggkorni, sum var spilt á veg til Føroyar og tí sent aftur, umframt fýra pør av hvítum fíntbundnum knæsokkum til kvinnur, ið ætlanin var at selja í Danmark. Í minsta pakkanum ein bindi- ella litprøvi.
Serstakar og virðismiklar keldur
Hetta er fyrstu ferð, at vit við vissu kunnu staðfesta akkurát, nær eitt so gamalt føroysk plagg er frá. Pløggini, sum eru í sera góðum standi, kunnu geva okkum nýggja vitan um føroyska binding, litir og mynstur tíðliga í 19. øld. Ætlanin er at gera ymsar royndir av pløggunum í samstarvi við kanningarstovuna á bretska tjóðskjalasavninum.
Brøvini umboða ein fjórðing av øllum samskifti millum Føroyar og Danmark í 1807, bæði á mynduleikastig og millum einstaklingar, og eru tí eisini serstakar og virðismiklar keldur.
Brøvini verða skipað, talgild og almannakunngjørd á einum open access dátugrunni, væntandi í heyst. Hesum arbeiði tekur Erling Isholm á Søgu- og samfelagsdeildini lut í. Arbeitt verður eisini við at fáa pløggini heim til eina serframsýning á Tjóðsavninum, sum eftir ætlan letur upp næsta ár. Hendan partin stendur Tjóðsavnið fyri.
Til ber at lesa meira um Prize Paper verkætlanina her: