At ganga grýla
Í dag er føstulávintsmánadagur. Siður er, at børn ganga grýla hús úr húsi og fáa bomm í posan.
Tað, at børn ganga grýla, er ein lutfalsliga nýggjur siður í Føroyum. Í eldri keldum kann mann lesa um eina grýla, sum kom oman úr fjøllunum. Grýlan var ein vaksin, ofta fátækur, persónur, sum nú hevði møguleikan at fáa okkurt gott í posan. Grýlan var sera óhugnalig. Hon brølaði, ýldi og veipaði við ørmunum. Tá hon kom inn í húsini, gekk tað ikki stillisliga fyri seg, og hon fór ikki út aftur, fyrr enn hon hevði fingið kjøt í posan. Dagin eftir føstulávintstýsdag byrjaði føstan. Nú skuldi verðsliga sinnið leggjast frá sær, sál og likam skuldu reinsast, og mann mátti ikki eta kjøt í føstuni.
Um børnini ikki skikkaðu sær væl í føstuni, kom grýlan eftir teimum, sum sungið verður í skjaldrinum:
“Oman kemur grýla frá gørðum
við fjøruti hølum,
við bjálg á baki,
skølm í hendi,
kemur at kryvja búkin úr børnunum,
ið gráta eftir kjøti í føstu.”