Bókaframløga á Tjóðsavninum 11. juni
Týsdagin 11. juni kl. 17 verður almenn bókaframløga á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.
Bókin hevur heitið: Múrurin og miðaldar bispasætið í Kirkjubø. Talan er um eitt greinasavn við 17 greinum skrivaðar av 12 ymiskum rithøvundum úr Føroyum, Norra og Stórabretlandi. Evnini í greinunum fevna sera breitt. Í bókini eru greinar við úrslitum frá nýggjastu granskingini. Nakrar greinar samanbera fornminnini í Kirkjubø við onnur fornminni í Stórabretlandi og Skandinavia. Eisini eru greinar um granskingarsøguna viðvíkjandi fornminnunum í Kirkjubø.
Tað vóru Símun V. Arge sáli og Morten Stige, listsøgufrøðingur úr Norra, sum byrjaðu arbeiðið at savna inn og ritstjórna greinasavnið eftir ein grundifund í Føroyum í 2011. Nakað eftir, at Símun var farin, varð avgjørt at halda fram við arbeiðinum. Eftir áheitan játtaði Kirstin S. Eliasen, fornfrøðingur at koma við í ritstjórnina.
Bókin, ið er ríkt myndprýdd, telur 460 síður og kemur út á føroyskum og enskum.
Øll eru vælkomin til bókaframløguna.