Kunning um fornfrøðiligan útgrevstur

Hesa vikuna eru vit farin í gongd við fornfrøðiliga útgrevstrinum við Borðoyarvík í Klaksvík. Staðurin eitur niðri í Toftum. Á myndunum verða dúkarnar, ið hava vart leivdirnar í vetur, tiknir av.

Við á útgrevstrinum eru Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, útgrevstarleiðari, Hákun Andreasen, savnsteknikari og Súni Anthoniussen, hjálparfólk og søgulesandi.

Um tit hava spurningar um útgrevsturin eru tit vælkomin at skriva til Ann Sølviu á ann@savn.fo


SAMBAND

Previous
Previous

Bókaframløga á Tjóðsavninum 11. juni

Next
Next

Closed for Maintenance í Sundshaga