Euleia heraclei (Linnaeus 1758) – fyri fyrstu ferð skrásett í Føroyum

 

Nýliga skrásetta slagið Euleia heraclei. Mynd: Agnes-Katharina Kreiling.

Fleiri eintøk av hvannlistaflugu Euleia heraclei (Tephritidae) vóru sædd og savnaði av Leivur Janus Hansen og Agnes-Katharinu Kreiling í juni 2022. Flugurnar vóru funnar á bjargahvonn (Angelica archangelica) mitt í Tórshavn.

Hetta er fyrsta skráseting av hesum slagnum í Føroyum og er helst eisini fyrsta skráseting av listafluguættini (Tephritidae) uttandura. Eitt annað slag av listaflugu, miðjarðarhavslistafluga (Ceratitis capitata), er funnið, í hvussu er, tvær ferðir áður, men hon er komin við innfluttari vøru og hevur ikki nakran lívføran stovn í Føroyum.

Hvannlistafluga er vanlig um alt Evropa og er eisini í Norðurafrika og Asia. Ormverurnar eta bløð hjá plantum í skjólurtarættini (Apiaceae) og kunnu gerast ein plága í sellarí og pastinakk ídnaðinum.  Í Føroyum eru, umframt hvonn, fleiri møguligar vertsplantur fyri hvannlistaflugu, m.a. bakkasløkja (Angelica sylvestris), skotsk meistaraurt (Ligusticum scoticum) og villikervil (Anthriscus sylvestris).

Tær flugurnar sum eru frammi um summarið eru sera litríkar við appilsingulum og gulum kropslutum, grøn-bláum eygum og veingirnir hava eyðkent svart mynstur. Tá makingin er fyri, vísa kallflugurnar sínar góðu eginleikar við at dansa framman fyri kvennflugunum og lata tær síggja teirra vøkru veingir.


Samband

 
Previous
Previous

Plantufrøðiligi urtagarðurin á Tjóðsavninum

Next
Next

Vitja tjóðsavnið á ólavsøku