Plantufrøðiligi urtagarðurin á Tjóðsavninum
Um urtagarðin
Statens Forsøgsvirksomhed byrjaði í 1920 landbrúks royndarvirksemi í Hoyvík. Reyðmálaðu bygningarnir eru upprunaliga bygdir til virksemið hjá royndarstøðini og hýsa í dag fyrisiting Tjóðsavnsins. Tríggir urtagarðar vórðu eisini gróðursettir: ein í Kúrdali, ein kring sethúsini og hesin oman móti Hoyvíkini. Ivasamt er, hvønn leiklut urtagarðarnir høvdu við virksemið á royndarstøðini, tí urtagarðarnir vórðu mest nýttir til prýðisplantur.
Tá royndarvirksemið helt uppat í 80árunum, fullu urtagarðarnir í órøkt og seinastu árini fjaldir undir runninum ”spanskt hindber”. Runnarnir eru burturbeindir og urtagarðurin endurnýttur at sýna fram føroyskar plantur.
Hvørjar plantur eru at síggja?
Í urtagarðinum eru meira enn 150 føroysk plantusløg – allar villplantur. Fleiri av plantunum eru vanligar at síggja í føroysku náttúruni, t.d. berjalyngur, sólja og summardái, men veturgrønir krúpandi pílarunnar og baraldur eru eisini at síggja, eins og serstakliga sjáldsamar plantur.
Eitt yvirlit yvir planturnar er í urtagarðsfaldaranum hjá Tjóðsavninum, sum er ókeypis at fáa á framsýningum Tjóðsavnsins.
Planturnar og gróðrarøki
Flestu planturnar í urtagarðinum eru plantaðar har tær eru mettar at trívast best. Uppiá klettinum veksur veitarbládepla, ein planta ið trívist best í vátligum, føðslufátøkum gróðrarøki. Niðanfyri váta klettin høgrumegin, stendur reyðakkuleya og eingjarkarsi. Hetta eru plantur, ið eisini hava tørv á vátligum gróðrarøki. Har vátast er, er áararvi sett niður.
Frammanfyri urtagarðin eru kollut baldursbrá og loðin danadái sett niður og trívast tær best við vegjaðaran.
Fyri at forða fyri, at plantur, ið hava lyndi til at spjaða seg, ikki køva aðrar plantur, eru fleiri settar í krukkur, eitt nú garðakrøkja, eingjarflatbjølgur og snúsrølikur. Somuleiðis eru planturnar geitarkál og loðið hóvblað plantaðar í spannir ið eru fjaldar undir moldini, fyri at forða spjaðing.
Einastaðni í urtagarðinum, er sandur blandaður í moldina, fyri at fáa gróðrarlíkindi at líkjast fjøruøki. Soleiðis kann mjátt sjógras, sanddunnuber, gásamura, sandsmarhálmur og breitt sævarkorn trívast í urtagarðinum.
Føroyskar villplantur í urtagarðin
Torført kann vera at fáa plantur at trívast uttanfyri teirra gróðrarøki. Plantur, sum vaksa væl í hæddini ella í vátligum lendi, trívast oftani ikki í urtagørðum. Tí er umráðandi at lata villplantur í náttúruni fáa frið, serliga sjáldsomu planturnar. Sjáldsamar plantur eru tillagaðar heilt serstøkum vakstrarøkjum, og eru tær serliga viðbreknar móti broytingum. Tískil kunnu tær lættliga minka ella hvørva úr náttúruni, um tær verða tiknar.
Hvønn mánadag frá 14:00-15:30 og 17:00-18:30 í august og september verður gartnari Annleyg Patursson at hitta í plantufrøðiliga urtagarðinum. Tá ber til at keypa føroyskar plantur við reiðum peningi.