Fann eina finska fiskiørn á Signabø
Tað vísti seg, at henda finska fiskiørnin var ikki gomul. Hon var ringmerkt sum ungi einans 61 dagar frammanundan í finska Lapplandi. Tá hon nú varð funnin á Signabø, var hon sostatt 1670 kilometrar frá staðnum, har hon bleiv merkt.
At síggja ein fugl í Føroyum, sum er ringmerktur í Finlandi, er als ikki gerðandiskostur. Tað er einans komið fyri fýra ferðir áður. Tann fyrsti var ein skatumási, ið var ringmerktur í Álandi. Hann bleiv skotin í Hovi í 1929. So var tað ein fransaterna í 1960, ein lonasvala í 1977 og eisini ein ung terna, ið var sædd í 1986.
Einans tríggjar aðrar ringmerktar fiskiørnir eru áður fráboðaðar í Føroyum. Allar vórðu merktar sum ungar. Ein var merkt á hálandinum í Skotlandi 8. juli 1980. Hon varð funnin deyð í Suðuroy tann 5. juni 1982. Hinar báðar vórðu merktar í Svøríki. Ein tann 6. juli 1980, norðanfyri Gävle í Miðsvøríki, og hon varð funnin deyð á Tvøroyri tann 15. mai 1984. Hin varð merkt 17. juli 1992 í Norrbotten í Norðursvøríki, og hon varð funnin deyð tann 29. mai 1994 í Øravík.