Vandamiklar kaninir

 

Tá menn vóru og skutu harur í Havnardali herfyri, var ein kanin ímillum harurnar. Hetta er ikki fyrsta kaninin, sum hevur reikað í einum føroyskum haga. Náttúrugripasavnið hevur frætt um aðrar kaninir uttangarðs í Streymoynni, Eysturoynni og Suðuroynni. Eisini hevur ein verið at sæð í lundalandi í Mykinesi.

Náttúrugripasavnið er sera ørkymlað av at hoyra um kaninir í føroysku náttúruni. Tær hoyra ikki heima her, og byrja tær at nørast, kann roknast við skaða á okkara djóra og plantulív.

Kanin kann nørast í føroysku náttúruni. Tað gjørdur tær í Froðbiarnípu og Trongisvági í 1800-talinum, men tíbetur hvurvu tær aftur.

Kanin í haganum á Velbastað (Mynd: Hansina Brekkstein).

Í Íslandi eru tær farnar at nørast í fleiri støðum, og har gera tær skaða bæði í náttúru og í gørðum. Tær verða roknaðar sum ein hóttan fyri lundastovnin í Vestmannaoyggjunum. Umframt at vera til skaða fyri lundalond í Skotlandi, hava kaninir eisini gjørt skaða á fornminni og elvt til skriðulop har. Í Avstralia eru tær nú heilt bannaðar, og roknað verður við, at tær gera skaðar fyri milliardir á hvørjum ári. Kaninir eru fitt kelidjór, men tá tær sleppa út í náttúruna, eru tær ikki kelidjór longur.

Ein kunngerð er í gildi, sum staðfestir, at einki djóraslag, ið ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann sleppast út. Hetta umfatar eisini tær kaninir, ið fólk hava, og sum ofta reika leysar ímillum húsini. Eigarin brýtur lógina, tá ein kanin fer út í náttúruna – eisini um hon er rýmd úr búri – og sambært kunngerðini verður eigarin straffaður við bót.

Kanin og harur skotnar í Havnardali (Mynd: Leivur Janus Hansen)

 
Previous
Previous

Fann eina finska fiskiørn á Signabø