Fjøran full av kræklingi

Kræklingur í fjøruni

Nú tað er farið at vára, er niðasti fjørukletturin fullur av kræklingi. Ikki tann støddin vit síggja á matstovunum, men smærri kræklingur, sum, um hann fær frið at vaksa, einaferð kundi komið á døgurðaborðið.

Seint á vetri, nakað eftir nýggjár, eru firðirnir fullir av kræklingakelvi. Hetta eru elasmáir kræklingar 1-4 mm til støddar, sum sita í rivum og klettasprungum. Hyggur tú ikki gjølla, varnast tú teir neyvan, men gongur tú á klettunum niðast við sjóvarmálan, so kann gresja undir fótum. Hetta eru teir smáu kræklingarnir sum brotna.

Sum oftast er lív teirra stutt, flestu teirra liva bert fáar mánaðir. Hvør av øðrum liva má – soleiðis verður ofta tikið til um lívsins gongd. Hetta er eisini galdandi her, tí ringasti fíggindi teirra, er tann herviligi purpurkúvingurin (korkakúvingur), sum í stórum tali legst á hesar stakkals hjálparleysu kræklingar, og etir teir ein fyri og annan eftir.

Kræklingakelv í klettasprungu

Purpurkúvingur etur kræklingakelv. Kelvi er 2-6 mm og purpurkúvingurin um 2 cm.

Purpurkúvingurin raspar eitt hol á skirvisligu skelina við síni raspitungu, og sýgur síðan allan innmatin úr kræklinginum. Hetta gera teir so munagott, at bert hendinga kræklingur kemur undan. Teir sum eru so hepnir at koma livandi frá purpurkúvinginum, verða seinni oftast etnir av fugli.

Júst nú um Grækarismessutíð, tá tjóðarfuglur okkara tjaldrið leitar sær aftur á klettarnar, síggjast eisini tómu kræklingaskeljarnar, sum tjøldrini hava tikið. Sjón er fyri søgn í Kaldbaksbotni, sum er eitt yndað stað hjá troyttum tjøldrum, at seta seg at rinda møðina eftir tann langa túrin úr suðuroyggjum.

Kræklingakelvið, sum nú sæst á fjøruklettinum er fyri tað mesta ársgamalt. Tað nýkomna er ov smátt til at síggjast.

Tað er óvanliga nógvur smákræklingur at síggja í ár, og merkir hetta at 2024 hevur verið eitt gott ár hjá kelvinum. Umstøðurnar at vaksa hava verið góðar, og tí síggjast so nógvir í 2025. Spennandi verður at fylgja gongdini.

Purpurkúvingur.


Samband

Previous
Previous

Tjóðsavnið hevur opið á páskum

Next
Next

Á leið móti norðri – nýtt dansimýggj (Chironomidae) í Føroyum