Á leið móti norðri – nýtt dansimýggj (Chironomidae) í Føroyum
Reivið hjá nýggja dansimýgginum, Metriocnemus carmencitabertarum. Mynd: Agnes-Katharina Kreiling
Eitt serstakt slag av dansimýggi (Chironomidae) er skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Í eingum kagga við vatni, sum stendur uttandurða í Sandavági, vórðu fleiri reiv (eisini nevnd hamar) av reivverum savnaði. Hetta vísti seg at verða ein heldur óvæntaðaður fongur, tí onkrir av teimum vóru av slagnum Metriocnemus carmencitabertarum.
Hetta skordýrið var fyri fyrstu ferð funnið í Portugal í 1989. Tá greinaði og lýsti skordýrafrøðingurin Peter Langton tað og kundi staðfesta, at hetta var eitt nýtt slag fyri vísindini. Síðan hevur slagið breitt seg norðureftir. Tað var skrásett í Norðurspania í 1994, Suðuronglandi í 2010 og Norðurírlandi í 2018. Í juli 2022 savnaði Agnes Kreiling føroysku eintøkini í einum gomlum kagga í garðinum hjá verforeldrunum í Sandavági.
Hetta er higartil norðarlagasta skráseting. Slagið er ikki skrásett í Íslandi, men tað verður helst ikki leingi.
Metriocnemus carmencitabertarum hevur eina sera skjóta lívsringrás. Ormveran heldur til í stokkutum búøkjum, so sum urtapottum ella trillubørum har vatn stendur í. Bæði ormvera og vaksnu kvenndýrini er svørt á liti, meðan reivini (ormveru hamarnir) eru eyðkend við ikki at hava nøkur størvegis eyðkenni. Hesi reivini hava ikki skap lík tonnum sum slektin annars hevur.
Staðsetingin av fyrstu føroysku skrásetingini: ein lítil kaggi í einum garði í Sandavági. Mynd: L. Janus Hansen