Føroyskir fuglar í bók frá 1605
Leivur Janus Hansen og Povl Skårup, hava skrivað grein um elstu lýsingar av fuglum úr Føroyum. Greinin, við heitinum Henrik Høyer og Carolus Clusius um fuglar og vitunýru í Føroyum, finst at lesa í Fróðskaparrit 63.
Í hesi grein hava høvundarnir umsett og viðgjørt partar av eini forkunnugari bók, ið bleiv útgivin í 1605. Bókin var tá nágreiniligasta frágreiðing um fleiri fuglasløg, m.a. súlu, lunda, skúgv og gorfugl og var fyrsta vísindaliga útgáva har havgás verður lýst. Tað sum ger bókina merkisverda er, at nógvar av upplýsingunum komu úr Føroyum. Í bókini stendur m.a., at gorfuglur sjáldan sæst við Føroyar og vitjar bara serstøk ár.
Í greinini verður víst á, at henda vitan úr Føroyum, sum kom á prent fyri yvir 400 árum síðan, breiddi seg víða. Eitt nú lesa vit, at enska navnið á skúgvi kemur úr føroyskum og, at latínsku heitini fyri ávíkavist álkufuglar og súlu stava úr føroyskum.
Bókin, sum talan er um er skrivað á latíni og nevnist Exoticorum libri decem. Høvundurin var Carolus Clusius og heimildarmaðurin hjá Clusius, um fuglar í Føroyum, var Henrik Høyer. Ein lækni í Bergen, við tilknýti til Føroyar.
Talgild atgongd til Fróðskaparrit fæst á: http://fsj.um.fo/ojs/index.php/frit/issue/view/8