Lítil fuglur, langur teinur

8. desember 2017 varð ein drunnhvíti fangaður í Port Elizabeth í Suðurafrika. Tað vísti seg, at hesin fuglur var  merktur í Nólsoy seks ár frammanundan. Frástøðan ímillum Nólsoy og Port Elizabeth er yvir 11.000 kilometrar. Drunnhvíti er sjófuglur og ferðast bert eftir sjónum. Tí er veruligi teinurin hann hevur ferðast nógv longri.

Ikke-navngivet.png

Tað var Carsten Schultz í Nordvestjysk ringmærkergruppe, sum merkti henda og aðrar drunnhvítar í juli 2011.

Av tí at drunnhvítin var ringmerktur sum vaksin, vita vit ikki hvussu gamal hann er, men vit kunnu ið hvussu er staðfesta at hann er seks ára gamal, og hevur tað eftir øllum at væl í holdum. Hetta er fjórða fráboðan ið vit hava fingið av føroyskum drunnhvíta í Suðurafrika, og onnur fráboðan frá Port Elizabeth.

Hóast tøknin hevur ment seg nógv seinastu árini, eru ringmerkingar framvegis einasta amboð ið vit kunnu brúka, til at læra um vetrarvist hjá drunnhvítanum. Tá minni enn 1% av teimum ringunum sum verða settir á drunnhvítar koma aftur í aftur, er tað altíð sera spennandi og forvitnisligt tá ið fráboðanir koma inn.

Meira kann lesast um merktar drunnhvítar her

Previous
Previous

Gátuføri ringurin á Velbastað

Next
Next

Føroyskir fuglar í bók frá 1605