Fríður ferðast tjóðfuglur føroya

 
Ringmerkt tjaldur inni á Mýrisnípuvegnum á Konmansmýri, 2009. Mynd: Símun V. Arge

Ringmerkt tjaldur inni á Mýrisnípuvegnum á Konmansmýri, 2009. Mynd: Símun V. Arge

Grækarismessa er júst farin um bak, og várligu klippini hoyrast nú um allar geilar. Tjøldrini eru aftur komin heim at reiðrast. Fyri flestu føroyingar er hetta boð um ljósari tíðir, men fyri tjaldrið er tað nakað øðrvísi: vetrarfrítíðin er av og nú skal knossast fyri at føra ættina víðari. Men hvaðani koma tjøldrini, og hvar fara tey, tá summarið fer at halla? Ringmerking hevur í stóran mun svarað hesum spurningum.

Fyrsta føroyska tjaldrið varð ringmerkt fyri knapt 100 árum síðani í 1923 og síðan tá eru umleið 1400 ringmerkt í Føroyum, flestu sum ungar. Umleið 50 av hesum eru funnin í útlandinum, og hevur hetta givið okkum góða vitan um, hvar føroysku tjøldrini halda til uttanfyri bútíðina.

Eftir reiðring ferðast tjøldrini suðureftir ella í ein landsynning sunnan. Men tey søkja ikki til fjarløgd lond ella út á hav, sum nøkur av hinum fuglasløgunum. Heldur steðgar tað í Onglandi ella framvið Vesturevropeisku strondina, og síðsta staðið, har føroyskt tjaldur er funnið, er á eini oyggj við sponsku vesturstrondina 2.121 kilometrar sunnanfyri Føroyar. Á hesum støðum er umhvørvið vanliga mildari og føðievnini lættari at koma framat. Tá so várið nærkast fara tjøldrini aftur norðureftir, og afturkomið til Føroyar finna tey ofta aftur til sama økið, har tey hildu til árið fyri.

Ringmerking hevur eisini avdúkað aðra áhugaverda vitan um tjøldur okkara, t.d. hvussu gomul tey gerast. Elsta tjaldrið, sum varð ringmerkt í Føroyum, gjørdist 19 ár, og livdi frá 1981 til 2000. Eisini var eitt knapt 28 ára gamalt tjaldur fangað í Suðuroy í 2000, sum varð ringmerkt í Onglandi í 1972. Elsta tjaldrið í heiminum, sum man veit um, gjørdist góð 43 ár.

 
Previous
Previous

Súgkjaftar í Føroyum

Next
Next

Savnsfagnaður í heystfrítíðini