Súgkjaftar í Føroyum

 
Sekkjarskjaldlúsin

Sekkjarskjaldlúsin

Súgkjaftar er føroyska navnið á skordýrahópinum Hemiptera. Sum navnið bendir á, er eitt sereyðkenni hjá hesum skordýrum, at tey ikki bíta men í staðin stinga við sínum kjaftlimum og súgva sína føði. Leivur Janus Hansen hevur saman við Jens-Kjeld Jensen givið út grein um súgkjaftar í Føroyum.

Í greinini verða 6 nýggj sløg lýst fyri Føroyar og tað eru nú skrásett 47 sløg av súgkjaftum í Føroyum. Hetta er ein sera fjølbroyttur hópur og fleiri av sløgunum eru heilt vanlig í Føroyum, eitt nú sekkjarskjaldlúsin. Hetta er tann lítla hvíta flykran sum sæst undir steinum og í mosalendi. Her eru eisini bátsmanstekurnar, sum svimja í hyljum og tjørnum. Fentekan, sum knappliga støkkur undan tær tá tú gongur í einum vátlendi.

Umframt at savna eitt yvirlit yvir øll sløg, ið eru skrásett í Føroyum, so hava teir sett føroysk nøvn á fleiri av sløgunum og ættunum. Súgkjaftar verða bólkaðir í teir fýra undirhóparnar: froðusprettur, plantusprettur, tekur og plantulýs.


Ein froðuspretta á einum Sóljukoppi


 
 

Samband

 
Previous
Previous

Framsýningarnar í Brekkutúni lata uppaftur!

Next
Next

Fríður ferðast tjóðfuglur føroya