Heysthugni á Tjóðsavninum í heystfrítíðini

Í ár royna vit nakað nýtt og skipa fyri eini viku við heysthugna á Tjóðsavninum.

Ein vika har dentur verður lagdur á upplivingar, framløgur og framsýningar til børn í skúlaaldri.

Framsýningin í Brekkutúni 6 er opin hvønn dag millum kl. 11 og 16.

Hvat er á skránni?

“Vís og greið frá”-framløga er hvønn dag klokkan 13.30. Ymisk starvsfólk á Tjóðsavninum greiða frá og vísa ymiskt fram, ið er knýtt at arbeiði teirra. Framløgurnar eru á leið 10-15 minuttir og eru ætlaðar børnum.

“Vís og greið frá”-framløgur

Mánadagin 9/10: “Hvat er og ger ein fornfrøðingur” Ann Sølvia greiðir frá.

Týsdagin 10/10: “Døglingarnir í Kaldbak” Áki greiðir frá.

Mikudagin 11/10: “Kappróður” Kristina greiðir frá.

Hósdagin 12/10: “Hvat ger ein fuglafrøðingur” Jón greiður frá.

Fríggjadagin 13/10: “Hvat ger ein savnsvarkitektur” Meduna greiður frá.

Uppgávuhefti og kreativar verkstovur

Hóast vit royna ein nýggjan leist við heysthugna á Tjóðsavninum, bjóða vit sjálvandi børnunum, ið vitja, vælkenda uppgávuheftið at loysa á savninum. Í tveimum hugnaligum verkstovum kunnu listarligu gávurnar roynast við at klippa og klistra.

Stórt - men smátt!

Í sjóneykunum sært tú tað stóra í tí smáa. Tað er møguligt at royna sjóneykurnar hvønn dag – vit hava føroysk kykt og plantur.

Útgrevstur

Hevur tú ein dreym um at royna teg sum fornfrøðing? Kom og royn okkara uttanduraútgrevstur. Finn millum annað perlur og myntir frá víkingatíð. Í móttøkuni verður eitt skjal við lutunum, ið finnast skulu, flýggjað út. Tá tú hevur funnið allar lutirnar, letur tú skjalið inn aftur í móttøkuni og fært okkurt søtt til góman.

Serstakir lutir

Millum serligu lutirnar, ið síggjast kunnu til heysthugnan, er kistilin hjá Guttormi í Múla. Tað segðist, at Guttomur var stinnur í gandi. Ein gandabók frá 1700 og ein grýluskortur úr viði, sum er yvir hundrað ára gamal, verða eisini sýnd fram.

Heysthugnin á Tjóðsavninum er ókeypis. Vit gleða okkum at njóta heystfrítíðina á Tjóðsavninum saman við tykkum.

Barbiedukkuinnsavning

9. mars í 2024 verður Barbie 65 ár. Vit hava ætlanir um at hátíðarhalda stóra dagin hjá Barbie við eini serframsýning, har Barbie, vinir hennara og tilhoyr vera í fokus.

Í hesum sambandi fer Tjóðsavnið at savna inn Barbiedukkur og tilhoyr í heystfrítíðini og komandi mánaðin. Tjóðsavnið eigur onga Barbiedukku á goymslu sínari og tað gongur ikki!

Vit hava lænt dukkur og tilhoyr og sett eina lítla Barbieframsýning upp – ein ljósareyður brellbiti til 9. mars 2024. 

Hvat er Museum Obscurum?

Museum Obscurum er eitt spildurnýtt kvøldartiltak, sumTjóðsavnið skipar fyri. Tað hóskar seg til børn í aldrinum 10 ár og eldri.

Til Museum Obscurum fáa tit eina øðrvísi rundvísing í myrkrinum. Duldu og óhugnaligu lutirnir eru í fokus. Rundvísingin verður leidd av royndum frásøgufólki.

Eftir rundvísingina verður bjóðað til klassikarabio.

Eitt stuttligt og øðrvísi kvøld á savninum, ið hóskar væl til eldri børn ella familjur.

Tiltakið er ikki hóskandi fyri yngri børn.

Vilt tú at luttaka?

Send okkum ein teldupost á vakt@savn.fo

Avmarkað atgongd er til tiltakið. Freistin at melda til er sama dag fyri klokkan 16.

Filmsskrá

Mándagin 9/10 Hocus Pocus

Týsdagin 10/10 Goonies

Mikudagin 11/10 Hook

Hósdagin 12/10 Beetlejuice

Fríggjadagin 13/10 Gremlins

Ókeypis tiltak fyri eldri børn ella familjur í heystfrítíðini.

Nær: 9.-13. oktober millum kl. 19.30 og 22.30

Hvar: Tjóðsavnið, Brekkutún 6

Krevur tilmelding: vakt@savn.fo

Hvussu nógv: 25 fólk

Málbólkur: Børn frá 10 árum og eldri, foreldur og børn.


Samband

Previous
Previous

Museum Obscurum í heystfrítíðini

Next
Next

Norðurlendsk bátaráðstevna í Danmark