Tiltak og serframsýning á Tjóðsavninum á Altjóða Kvinnudegnum 8. mars
8. mars verður tiltak og serframsýning á Tjóðsavninum á Altjóða Kvinnudegnum.
Tiltakið hátíðarheldur Altjóða kvinnudagin við spennandi framløgum um føroysku kvinnurnar, ið ikki fylla nógv í føroyskari søguskriving ella á søvnum, hóast teirra lutur ikki liggur eftir.
Alment tiltak: Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú
Týsdagin 7. november verður alment tiltak í Nólsoy um verkætlanina “Digital Action on Climate Change with Heritage Environments” stytt DACCHE. Tjóðsavnið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini, ið hevur fingið arbeiðsheitið “Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú”. Millum føroysku samstarvspartarnar eru Nólsoyar fornminnissavn og Junkarshagi.
Museum Obscurum í heystfrítíðini
Museum Obscurum er eitt spildurnýtt kvøldartiltak, sumTjóðsavnið skipar fyri. Tað hóskar seg til børn í aldrinum 10 ár og eldri.
Til Museum Obscurum fáa tit eina øðrvísi rundvísing í myrkrinum. Duldu og óhugnaligu lutirnir eru í fokus. Rundvísingin verður leidd av royndum frásøgufólki.
Eftir rundvísingina verður bjóðað til klassikarabio.
Heysthugni á Tjóðsavninum í heystfrítíðini
Í ár royna vit nakað nýtt og skipa fyri eini viku við heysthugna á Tjóðsavninum.
Ein vika har dentur verður lagdur á upplivingar, framløgur og framsýningar til børn í skúlaaldri.
Framsýningin í Brekkutúni 6 er opin hvønn dag millum kl. 11 og 16.