Hvalastøðin við Áir letur upp í summar

 
Tíðindaskriv - hvalastøðin við Áir 2021.jpg

Leygardagin tann 19. juni letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini. Til ber at síggja Hvalastøðina við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi, sum byrjaði sítt virki í 1905. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroyum.

Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir hevur verið í gongd síðan 2011. Kortini ber til at síggja støðina.

Húsini og bygningarnir standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inn á støðini.

Opið er hvønn leygardag og sunnudag frá 10-17. Byrjað verður leygardagin tann 19. juni. Opið er til 15. august. Rundvísing verður 3 ferðir um dagin.


Samband

 
Previous
Previous

Sjáldsom føroysk gágga í belgiskari vísindagrein

Next
Next

AVLÝST: Plantufrøðiligi urtagarðurin í Hoyvík letur upp