AVLÝST: Plantufrøðiligi urtagarðurin í Hoyvík letur upp
Umframt at fólk fáa høvi at síggja urtagarðin, verður ymiskt annað á skránni.
Tá tiltakið byrjar, fer Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður at bjóða vælkomin og Havnar Hornorkestur fer at spæla nøkur løg. Sum eitt kuriosum, verður møguligt hjá urtagarðseigarum at ogna sær sjáldsomu plantuna lundararmingi fyri 50 kr.
Tað er Annleyg Patursson, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gróðurseta urtagarðin, og hon luttekur eisini í tiltakinum. Hon fer at svara spurningum og annars geva góð ráð.
Tjóðsavnið bjóðar pylsur og heimagjørda rabarbusaft
Øll eru hjartaliga vælkomin