Rundvísingar á Hvalastøðini við Áir í summar

 

Til 15. august er søguliga Hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum við rundvísing tríggjar ferðir um dagin

einasta varðveitta hvalastøðin

Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905. Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur.

Hevur tú hoyrt um Ebenezer, Kristnastovu, Fuguna, Kvernuna og Tørkuna? Beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja, Planurin, hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu verður eisini at síggja inni í Smiðjuni.

Hvalastøðin hevur opið soleiðis í summar:

Leygardag og sunnudag til 15. august kl. 10.00 til 17.00
kl. 11.00, 13.00 og 15.00 er rundvísing við guide (Til ber eisini at ganga runt sjálvi)

Kostnaður:
Børn til og við 16 ár: ókeypis
Vaksin 60 kr.
Pensjonistar 30 kr.
Bólkar (á minst 10) 40 kr.
Rundvísing við guide 20 kr. umframt atgongumerki


Admission fees and opening hours:

Every Saturday and Sunday to 15th of August, 10am - 5pm.

Children 0-16 years free of charge.

Adults 60 DKK

Senior citizens 30 DKK

Groups 40 DKK/person.

Guided tours in English at 11am, 1pm and 3pm. 20 DKK



Bookings on:

Tel: + 298 790 580

Email: savn@savn.fo




 
Previous
Previous

Plantufrøðiligi urtagarður Tjóðsavnsins í Hoyvík letur alment upp.

Next
Next

Plantukanningar í Koltri