Plantufrøðiligi urtagarður Tjóðsavnsins í Hoyvík letur alment upp.

 
Urtagarðurin

Urtagarðurin

Í sambandi við at urtagarðurin alment letur upp, verður alment tiltak mentanarnáttina 10. september kl. 17.00 -18.00.

Hoyvík

Hoyvík

Tá tiltakið byrjar, fer Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður at bjóða vælkomin og Havnar Hornorkestur fer at spæla nøkur løg. Sum eitt kuriosum, verður møguligt hjá urtagarðseigarum at ogna sær sjáldsomu plantuna lundararmingi fyri 50 kr.

Lundararmingi

Lundararmingi

Tað er Annleyg Patursson, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gróðurseta urtagarðin, og hon luttekur eisini í tiltakinum. Hon fer at svara spurningum og annars geva góð ráð.

Tjóðsavnið bjóðar pylsur og heimagjørda rabarbusaft

Gevi gætur, at best er at koma uttan bil vegna avmarkaðu parkeringsmøguleikarnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin



 
Previous
Previous

Savnsfagnaður 2021

Next
Next

Rundvísingar á Hvalastøðini við Áir í summar