Innihaldsrík ársfrágreiðing
Tjóðsavnið hevur júst givið út ársfrágreiðing um fjølbroytta virksemið hjá savninum í 2017 og 2018. Har kanst tú millum annað lesa um spennandi granskingarverkætlanir, fornfrøði, framsýningar, hagtøl og mangt annað
Virksemi Tjóðsavnsins hesi tvey árini hevur verið umfatandi og fjøltáttað. Hetta kemst fyrst og fremst av, at økini, sum Tjóðsavnið varðar av, eru sera mong. Á náttúruøkinum eru tríggjar deildir: Djór í sjónum, Djór á landi og Plantudeildin. Harumframt er granskingin av havsúgdjórum staðsett á Tjóðsavninum. Á mentanarøkinum eru somuleiðis tríggjar deildir: Fornfrøðideildin, Fólkalívsdeildin og Bygningadeildin. Afturat hesum deildum hava vit ein bólk av starvsfólki, sum miðlar virksemi savnsins við undirvísing, útgávum, framsýningum og tiltøkum.
- Úr ársfrágreiðingini
Prentaða ársfrágreiðingin fæst ókeypis á Tjóðsavninum í Brekkutúni (sí upplatingartíðir) og kann eisini takast niður sum pdf.