Ungin er komin

 

12. august var stórhending í Bønhúsinum í Koltri. Eftir at drunnhvítaparið hevði bølt í 39 dagar kom ungin loksins úr egginum.

Hetta kundi síggjast sum beinleiðis stroyming á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum og upptøkurnar eru framvegis tøkar.

Á upptøkum síggja vit nú, at annað av foreldrunum vermir ungan og gevur honum føði, meðan makin er á sjónum. Hvørt kvøld býta tey um.

Vit kunnu rokna við, at frá 20. august liggur ungin einsamallur í reiðrinum, meðan bæði foreldrini eru á havinum um dagin. Og ikki fyrr enn ungin er eini 8 vikur gamal fer hann úr reiðrinum.

 
Previous
Previous

Innihaldsrík ársfrágreiðing

Next
Next

Grindin ferðast suður gjøgnum Hetlandsrennuna