Jól á Tjóðsavninum
Sunnudagin 2.desember eru jólaminnir, endurnýtsla, søgufrásøgn, heimagjørdar jólagávur og samvera millum ættarlið í hásæti á Tjóðsavninum. Savna tíni næru og kæru og kom til ókeypis jólahugna á Tjóðsavninum í Brekkutúni og í Hoyvíksgarði. Brúka tíni kreativu evni í jólaverkstovuni, hoyr eina stuttliga jólasøgu og droym teg burtur í nostalgisku jólaframsýningini við endurminningum og jólapráti. Spáka ein túr oman í Hoyvíksgarð og uppliva jólafriðin áðrenn facebook og blunkandi perur
Jólaskráin í Brekkutúni kl. 14-18
Kl. 14-18 Serframsýningin “Nostalgisk jól - Minnist tú…?”
(er opin hósdag og sunnudag allan desember)Kl. 14-18 Finn allar klintrinissurnar og loyniliga jólaorðið, sum tær hava goymt í framsýningini. Vit draga lut um eitt gávukort til savnsbúðina
Kl. 14-18 Jólahugni í jólakaffistovuni við smákøkum og piparnøtum
Kl. 14-18 Jólasøla í savnsbúðini
Kl. 14.30 Jólasøgan um Herviliga Henry. Okkara nýggi fryntligi savnslærari Tórarinn fortelur skemtiligu søguna óskikkiliga Henry
Kl. 15-17 Kreativ jólaverkstova fyri stór og smá
Kl. 17.15 Theodor Dam Eli Olsen, prestur, hugleiðir um jól og advent
Kl. 17.45 Vinnarin av klintrinissu-kappingini verður funnin
Jólaverkstova
Í jólaverkstovuni er møguleiki at prýða eina jólakúlu – tak kúluna heim við, ella hjálp okkum at pynta jólatræið á Tjóðsavninum. Eisini kanst tú geva gomlum knappum nýtt lív sum prýðiligir oyraringar. Tú kanst eisini taka tær av løttum við einum drekkamunni í jólakaffistovuni við panorama útsýni yvir allan fjørðin, njóta eitt gott prát, ella eina stilla løtu við jólatónleiki.
Ókeypis uppskriftir heim við
Hugni og matur fylgjast at, og tí hava vit savnað nakrar lekkrar jólauppskriftir á prenti til tín at taka heim við. Okkurt nýtt og okkurt gamalt - frá okkum til tykkum.
“Nostalgisk jól - minnist tú…?"
Í serframsýningini “Nostalgisk jól - minnist tú…?” verða lutir sýndir fram, ið knýta seg til jóltíðir. Lutir ið vekja nostalgiskar kenslur og fáa jólaminnini fram. Alt frá kassettubondum frá 80´unum, Quality Street karamellueskjurnar frá farnum árum til sparkarar frá 60´unum og ikki at gloyma - jólapyntið av ovastalofti!
Fasta framsýningin um mentan, søgu og náttúrugripir á Tjóðsavninum er eisini opin og er hetta eitt gott høvi at síggja framsýningarnar fyri fyrstu ferð ella uppliva tær av nýggjum.
Jólasølubúðin
Gloym ikki at vitja okkara jólasølubúð, sum hevur eina rúgvu av nýggjum og spennandi lutum! Møguliga finnur tú júst røttu gávuna hjá okkum.
Jól í Hoyvíksgarði
Kúrdalsvegur 15, sunnudagin 2. desember kl. 15-18
Úr Brekkutúni er stutt at spáka (ella koyra) oman í Kúrdal at vitja Hoyvíksgarð har jólahugnin av sonnum er komin í húsið. Har verður kynt við torvi í komfýrinum, heimagjørda jólatræið er komið upp og er pyntað og jólastásið er funnið fram. Í roykstovuni stákast húsfrúnnar til jóla.
Kom og njót heilt serliga jólafriðin og uppliv, hvussu jólini vóru fyrr - áðrenn blunkandi jólaperur og jól við fullari ferð vóru veruleiki.