Bókaútgáva á Tjóðsavninum

Nýggj bók frá Tjóðsavninum, ”Skónir í Føroyum”.

Í sambandi við bókaútgávuna skipar Tjóðsavnið fyri móttøku í Brekkutúni 6, hósdagin 13. desember kl. 17.00.

Áðrenn framløguna sigur Palli Askham nøkur orð um Onnu Mariu sála.

Bogi Hansen leggur bókina “ Skónir í Føroyum” fram vegna Onnu Mariu. Anna Maria var plantufrøðingur og starvaðist síðani 1996 á Føroya Náttúrugripasavni, sum nú er partur av Tjóðsavninum.

Í bókini verður kunnað um ein part av okkara náttúru, sum flestu føroyingar munnu hava sæð túsund ferðir; men sum fáur man hava hugsað nógv meira um. Í bókini er fyrst ein almenn lýsing av skónum og hvar tær eru at finna í føroysku náttúruni. Síðan verða næstan hundrað úrvald føroysk sløg av skónum lýst við teksti og myndum. Aftast í bókini eru yvirlit yvir skrásettar skónir, føroysk heiti og heimildir. Grunnurin Føroya Náttúra-Føroya Skúli hevur stuðlað bókaútgávuni.

Eftir framløguna av bókini kemur Eivør Pálsdóttir at syngja nøkur løg, og bjóðar Tjóðsavnið ein drekkamunn.

Í samband við bókaútgávuna, sýnir Anette Sonne fram myndir og plakatir av skónum úr einum øðrvísi sjónarhorni, “Natúrlist við Toftavatn”. Anette er útbúgvin blómu-og gluggaprýðari, og hevur seinnu tíðina hugsavna seg um, at skapa hugvekjandi myndir, ið hon nevnir “mosi á steinum”. Íblástur til myndirnar fær hon frá økinum kring Toftavatn.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.


lichen-on-slate-1.jpg
Anna Maria Fossá sála

Anna Maria Fossá sála

Previous
Previous

Nýggjur bóklingur um fornminni í Kirkjubø

Next
Next

Jól á Tjóðsavninum