Jólaljóð á Tjóðsavninum

Á Tjóðsavninum er jólahýrurin í hásæti.

Jólaframsýning við heitinum “Jólaljóð” er latin upp, og savnsbúðin er á tremur við ymiskari jólavøru.

Jólaframsýningin er bygd upp eftir tema og spennir hon yvir tíð og stað. Elstu lutirnir í jólaframsýningini eru meira hundrað ára gamlir - yngsti luturin er ikki ársgamal. Allir framsýndu lutirnir hava tó tað til felags, at teir eru knýttir at siðbundnum jólaljóðum.

Jólaframsýningin stendur frammi til og við 4. januar.

Konsert hvørt vikuskifti fram til jólar

Tjóðsavnið skipar fyri fleiri smáum konsertum hvørt vikuskifti fram til jólar í samband við Jólaljóð framsýningina. Konsertirnar vera hildnar kl. 15 í framsýningini í Brekkutúni 6, Hoyvík.

Skráin:

3. desembur: Rebekka Petersen

9. desember: Bjarki Hansen

10. desembur: Fljóðljóð

16. desember: Son of Fortune

17. desember: Lyon

Jólagáva frá Tjóðsavninum

Í desember vitja tvey vaksin fyri kostnaðin hjá einum vitjandi. Sum vant sleppa børn upp til 18 ár ókeypis á savnið. Vanliga framsýningin í Brekkutúni er eisini opin.

Framsýningin í Brekkutúni er opin hvønn dag frá hósdegi til og við sunnudag millum klokkan 13-17.

Komið og njótið “jólafriðin” saman við Tjóðsavninum í desember.

Tjóðsavnið eina jólavitjan vert!


SAMBAND

Previous
Previous

Tjóðsavnið selur seym til føroyska bátin

Next
Next

Øraskøra