Øraskøra

Hóskvøldið 15. november var áhugavert tiltak um innræsnar plantur í Løkshøll. Fleiri serfrøðingar vóru við, sum m.a. prátaðu um lóggeving og týning av innræsnum plantum. Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Plantudeildini, hevði somuleiðis eitt upplegg um innræsin plantusløg og teirra ávirkan á føroysku náttúruna. Aftaná var pallborðskjak, har Búgvi Róin, Gartnari í Vága kommunu, Petur Hansen, umboð fyri Tøkni- og Umhvørvisnevnd í Runavíkar kommunu, Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvissmálum, og Kolbrún í Haraldsstovu kjakaðust um hvussu fyribyrging, týning og tilvitan um innræsin sløg eigur at raðfestast í samfelagnum. Fitt av fólki var til tiltakið, og fleiri spurningar komu úr salinum. Eitt væleydnað tiltak, sum náttúrunetverkið skipaði fyri. Í ár er Runavíkar kommuna vertur fyri náttúrunetverkið, og komandi ár verður Tórshavnar kommuna vertur. Náttúrunetverkið er samskipa av Umhvørvisstovuni, og øll kunnu gerast limir.

Her kemur ein tíðindastubbi, sum er skrivaður útfrá framløguni, sum Kolbrún hevði um innræsnar plantur í Føroyum.

Hví er gott at ræðast skøruna?

Garðaskøran er eitt plantuslag sum hevur verið nógv umrøtt í útvarpinum í ár.  Vit kenna hana øll aftur við sínum prúðu ljósagrønu bløðum og gulligu blómum. Hon er at finna niðri framvið áarbakkarnar, framvið vegnum, og í grótbrotum. Enntá ímillum tjúkka grasvøksturin sleppur garðaskøran framat. Tað, at hon er at finna so nógvastaðni, í ymiskum búøkjum, sigur nógv um hesa plantu. Garðaskøran hevur nakrar eginleikar, sum gera hana til ein kappingarneyta mótvegis okkara uppruna plantufjølbroytni, og tað er m.a. tí, at hon verður kallað ein innræsin planta.

 “Sløg sum breiða seg útum teirra uppruna øki” er felagsnevnarin fyri tey sløg, vit kalla innræsin sløg. Tey eru betri kappingarfør enn onnur plantusløg og taka yvir økir, samstundis sum tey skumpa onnur plantusløg burtur. Eitt annað lívfrøðiligt eyðkenni innræsin plantusløg hava, er tað at tey eru “generalistar”. Tey kunnu tillaga seg til so nógv ymisk lendissløg ella búøkir, umframt at tey hava næstan ongin krøv til føðsluevnir ella sólarljós. Tey trívast so at siga allastaðni.  Og um vit samanbera teir eginleikarnar, við eginleikar hjá plantusløgunum vit hava í Føroyum, so er tað ikki ein góð samanrenning. Tí, upprunasløgini í Føroyum hava ment seg til okkara umhvørvið í túsund ár. Nógv av teimum eru tað, vit nevna “spesialistar”. Tey hava stór krøv til teirra umhvørvi fyri at kunna trívast. Tey liva í serligum vistfrøðilgum nissjum, sum t.d. vátlendum, graslendum ella í bjørgunum.  Um eitt innræsið slag tekur yvir eitt tílíkt øki har upprunaplanturnar eru, hava tær ikki eins góðan møguleika, sum innræsna slagið, at spjaða seg, tí tær ikki trívast í umhvørvinum rundan um. Tær kunnu tí lættliga doyggja út.

Í flestu førum eru innræsin sløg komin við og spjadd av menniskjum, og hetta er eitt annað, sum eyðkennir sløgini. Menniskju hava ótilvitað ella við vilja ella tikið tey við sær úr øðrum londum og sett tey niður í urtagarðarnar.

Hvat ger at plantusløg gerast innræsin?

Vistfrøðingar hava havt nógvar forsagnir um, hvørjar umstøður og eginleikar skulu til, fyri at plantusløg gerast innræsin. Tað, sum vit vita er, at tá innræsnu sløgini sleppa útum teirra upprunaøki, tá sleppa tey eisini undan ránsdjórum og øðrum hóttanum, sum eitt nú plantufarsóttum, sum vanliga høvdu hildið stovnin niðri og teirra vistskipan í javnvág.

Menniskjaligt inntriv minkar um kapping

Menniskjaligt órógv ( disturbance) sum vegarbeiði ella onnur inntriv, minkar um kappingina av upprunasløgunum. Ofta verður ovasta lagið við gróðrinum tikið av lendinum ella mold løgd omaná. Um eitt innræsið slag sleppur framat berliga lendinum, fær tað skjótt breitt seg, tí ongin upprunagróður er at kappast við.

Lívfrøðiligir eginleikar geva fyrimunir

Vanliga hava innræsin sløg ment seg soleiðis, at tey antin hava stóra fræframleiðslu, og/ella skjóta og týtta nøring. Aðrir eginleikar, so sum spjaðingarnetverk undir moldini, gevur teimum eisini ein fyrimun.

Hví er tað ein trupulleiki?

So hava vit kanska hug at spyrja - hví er tað ein trupulleiki at plantusløg yvirtaka økir? Kunnu vit ikki bara njóta, at okkara náttúra broytist? Tey eru jú vøkur at hava rundan um okkum, og trívast eisini ofta, har lítið av øðrum gróðri er.

Lívmargfeldið minkar

Innræsin sløg minka um lívmargfeldið tá tey taka yvir økir. Onnur plantusløg vera trokað burtur, og kunnu doyggja út. Skordýr, sum eru tengd at hesum plantusløgunum kunnu tí eisini hvørva, og soleiðis kann ein heil vistskipan umskapast til nakað meira einsháttað, har færri lívverur trívast, og tískil minkar lívmargfeldið; fjølbroytni av plantusløgunum verður minni enn áður.

Føroysk plantusløg serliga viðbrekin

Tær plantur, sum hava klárað ferðina til Føroya, hava tillaga seg til serstøku náttúruna og veðurlagið við tíðini. Tað kann eisini væntast, at nýggj fræ ella plantur av sama slagi, hava sjálvdan gjørt innrás í Føroyum ígjøgnum tíðina. Okkara plantusløg hava sostatt verið avbyrgd meðan tey hava ment seg.

Størri fjølbroytni stendur seg sterkari

Hetta kann tí merkja, at tann gróður, sum trívist her hevur eitt lágt ílegufjølbroytni.  Hetta ger plantusløgini minni mótstøðufør enn tey á meginlandinum rundan um okkum.  Tí kanningar vísa,  at størri fjølbroytni er, sterkari stendur eitt slag, plantustovnur ella ein vistskipan seg ímóti broytingum. Serliga mótvegis teimum broytingum, sum hava nógva ferð, so sum veðurlagsbroytingar. 

Tá lívmargfeldið minkar so eyðsýnt í náttúruni, tá standa vit okkum verri móti veðurlagsbroytingum og plantufarsóttum. Tey liðini, sum eru alneyðug so okkara vistskipanir skulu klára seg hvørva, og tískil fær náttúran ikki tillaga seg, og fleiri plantu og djórasløg doyggja út.

Uppruna náttúran missir síni sereyðkenni

Tann upprunanáttúran sum ígjøgnum túsund ár spakuliga hevur ment seg í Føroyum, kann verða skift út uppá stutta tíð, og náttúran, soleiðis sum vit kenna hana, og okkara ættarlið frammanundan okkum kendu hana, er ikki tann sama longur. Tá kann mann spyrja seg sjálvan, hvat er so at vera errin av? Taka vit eitt nú Toftavatn, eitt serstakt, men hótt náttúruøki: Um vakri heiðalyngurin og vátlendisplantusløgini ikki vóru har, høvdu vit haft líka stóra gleði av økinum?

Oyggjasamfeløg serliga útsett

Kanningar vísa, at Innræsin sløg eru ein av leiðandi grundum fyri útdoyggjan á oyggjum. Hvat er tað sum ger, at oyggjasamfeløg eru serliga viðbrekin móti innræsnum sløgum? 

Vit kunnu leita okkum aftur til tað Harrans ár 1828, tá ein týskur ferðandi, við navninum C. J. Graba,  skrivaði dagbók í Føroyum.  Hann skrivaði soleiðis:

“Í hesi vikuni fór eitt krím at ganga víða um, sum í fyrstuni sýntist okkum at vera heilt láturligt, men sum frá leið tíverri gjørdist ógvuliga álvarsamt. Eins og íbúgvarnir á St. Kilda fáa krím, so skjótt fremmandafólk stígur fótin á land, so er eisini krímið vant at gera vart við seg í Føroyum, hvørja ferð skipini koma úr Danmørk. Nakrar dagar eftir at annað skipið, Jensen Kapteynur, var komið, hoyrdust fólk í Tórshavn njósa og hosta dúgliga; síðan fingu tey herviliga høvuðpínu og hitasótt, so tey mátt verða liggjandi í seingini. Sjúkan fekk so skjótt vald á fólki, at eftir 8 døgum kundu bara 7 børn av 140 fara í skúla.  Men við tað at fólk doyðu so at siga dagliga, og tíðindi frættust úr øllum oyggjum, at krímið var farið at ganga um seg, tá læðu vit ikki at nosunum”.

Hendan søgan sigur eitt sindur um at føroyingar vóru meira viðbreknir; teir høvdu ikki somu immunverju sum útlendingar, tí teir vóru meira avbyrgdir, og ikki eins ofta útsettir fyri sjúku. Sama ger seg galdandi fyri plantusløg sum ígjøgnum túsundavís av árum hava ment seg langt burturi og uttan ávirkan frá meginlandinum. Sløg sum liva í oyggjum eru eisini útsett á aðrar mátar:

Staðbundin sløg

Nógvar oyggjar eru heim fyri sløg, sum eru heilt serstøk og ikki finnast aðrastaðni á jørðini. Um innræsin sløg sleppa at órógva javnvágina í vistskipanum hjá hesum sløgum, kunnu tey lættliga ávirkast og hava onki annað heim ella aðrar plantustovnar á oynni. Tí kunnu sløg á oyggjum doyggja út skjótt.

Verjuleys

Nógv oyggjasamfeløg hava tillaga seg í einum umhvørvið uttan ránsdjór og hava tískil ikki tær verjumekanismur sum onnur sløg kanska hava. Dømi sum kamoflasju, eitran ella aðra vápnaverju. Koma innræsin sløg til eina oyggj, eru hesi uppruna sløgini ikki før fyri at verja seg móti hóttanum.

Avmarka landaøki

Hevði rottan, sum eisini er eitt innræsið slag, verið sett út í eina meginlandsvistskipan, tá høvdu ávirkaðu sløg í stórøkinum roynt at tillaga seg við at víðka teirra búøkir, soleiðis at tey kundu sloppi undan ránsdjórinum. Á oyggjum eru búøkini ógvuliga avmarkað orsaka av havinum rundanum, og tí hava sløgini ongastaðni at fara. Av tí sama, eru tey meira útsett.

Skøran og øll hini

Veðurlagið broytir umstøðurnar

Veðurlagið er í skjótari broyting orsaka av veðurlagsbroytingum, og hetta er alt til fyrimuns fyri innræsin sløg. Okkara upprunasløg eru viðbrekin og klára, sum áður nevnt, illa at tillaga seg til hesar broytingar. Kappingin verður ikki líka hørð, tí umframt at stríðast móti innræsnum sløgum, skulu upprunasløgini eisini fyrihalda seg til eitt skjótt broytandi veðurlag.

Veðrið verður spakuliga lýggjari. Plantur, sum kanska ikki trivust í Føroyum fyrr, fáa betri umstøður at trívast við tíðini, og kanska tær plantur, sum vit halda ikki gera um seg nú, fara at gera um seg um 10 ár.  Er tað veðrið sum ger umstøðurnar betri fyri plantusløgini, ella eru tað plantusløgini sum spakuliga tillaga seg til føroyska umhvørvið yvir tíð? Hóast hetta,  er umráðandi at hava hetta í huga tá vit planta útlendskar plantur í  urtagarðin.

Dustarir hava stóra ávirkan

Við tað at veðurlagið broytist og innflutningurin av gróðuri enn ikki er avmarkaður, gevur tað nýggjum dustarum góðar møguleikar at koma til Føroya. Vit síggja humluna, hvussu hon trívist, og tað er kanska eisini gott, tí hon er við til at hækka um ílegufjølbroytni og tískil styrkja mótstøðuførið hjá upprunaplantum okkara. Tó ger hon tað eisini lættari hjá innræsnum sløgum at spjaða seg, tí hon sær ikki mun á føroyskum og útlendskum plantusløgum. Hvussu stórar avleiðingarnar standast av hesum, og í hvønn mun dustarir koma at hjálpa við spjaðing av innræsnum sløgum, vita vit tíverri ikki. Smáfuglasløgini hava eisini stóran týdning hvat viðvíkir fræspjaðing, og tí er eisini umráðandi at hava tað í huga.

Vit kunnu læra av okkara grannum

Eitt sum vit tó vita er, at vit mugu ikki endurtaka mistøkini hjá okkara grannum. Dømir eru um vistfrøðiligar vanlukkur, sum tey í Íslandi og Norra nú mugu sláa seg til tols við, at tey hava tapt bardagan og skaðin er hendur.

Alaska-lupinan, sum mann upprunaliga helt verða eitt gott hugskot at nýta til at gera lendið klárt til annan gróður, var brúkt í oyðimørkunum í Íslandi. Nú tekur hon yvir alt landið, og viðbrekin, vard náttúruøkir mugu víkja. Mann helt eisini, at hon fór at hvørva av sær sjálvum við tíðini, aftaná hon hevði “gjørt sítt arbeiði”, tí tað var tað mann sá í øðrum londum. Men í Íslandi fekk hon aðrar eginleikar. Tí ber ikki til at ganga útfrá at plantusløg hava sama atburð í øllum londum.

Granntræið Sitka spruce, verður nýtt til timburframleiðslu og er góður viður, men lovar ikki øðrum sløgum framat. Skógarbotnurin verður spakuliga køvdur og alt lívið undir trøunum hvørvur. Hetta merkir, at á yvir túsund fermetrar av landi, verður møguliga lívmargfeldið køvt.

Hvussu kunnu vit basa innrásum av innræsnum sløgum?

Fyribyrging

Fyribyrging er mest úrslitagóði hátturin ímóti innræsnum sløgum. Politiska skipanin eigur at hava eftirlit við flutningi, og seta í verk sóttarhaldsreglugerðir og avmarkingar fyri hvørji sløg sleppa til landið. Vanligasti mátin at fyribyrgja, er at hava eftirlit eftir einstøkum sløgum. Tað er tó eins týdningarmikið, at almenningurin verður lærdur at taka upplýsandi avgerðir um hvussu vit, sum einstaklingar, forða fyri innrásum og spjaðingum.

Týning

Týning ber til á oyggjasamfeløgum tí innræsnu sløgini eru avbyrgd á einum avmarkaðum øki. Men hóast tað, krevur tað gjølla ráðlegging fyri at náa á mál. Tað snýr seg um at arbeiða ímóti tíðini, at týna skjótari enn plantan nørist. Tí er tað umráðandi at allar hendur hjálpa til. Týningin verður bert væleydnað, um øll taka ábyrgd av at beina burtur innræsin sløg.   

Endurbøting

Týning er ofta nóg mikið fyri at upprunanáttúran kann koma aftur. Men onkuntíð er endurplanting av upprunaplantum neyðug fyri at endurbøta eitt oyðilagt øki.  Tí, um økið bert verður latið standa ”tómt”, er enn lættari hjá innræsnum sløgum at koma aftur, hetta tí at ongin kapping er á økinum. Tá økið er endurbøtt, má tað framhaldandi haldast eyga við økinum fyri at forða fyri innrásum.

 

Er áhugi at lesa meir um innræsin sløg, kunnu tit lesa á hesum leinkjum:

https://www.ipbes.net/IASmediarelease

https://www.islandconservation.org/what-makes-invasive-species-damaging-islands/


SAMBAND

Previous
Previous

Jólaljóð á Tjóðsavninum

Next
Next

Væleydnað tiltak í Nólsoy um torv- og vátlendisverkætlan