Jólatiltak og jólagávutræ á Tjóðsavninum

Jólatiltak og jólagávutræ á Tjóðsavninum sunnudagin 1. desember.

1. desember frá kl. 13 til kl. 18 verður eitt hugnaligt jólatiltak í framsýningarhølum Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6, Hoyvík.

Á skránni er millum annað eitt jólagávutræ. Serstaka jólagávutræið er eitt átak, ið Tjóðsavnið og Reyði Krossur Føroya samstarva um. Á jólagávutrænum fara 50 gávuseðlar at hanga. Á seðlunum eru jólagávuynski hjá børnum, ið hava samband við Reyða Kross Føroya.

Vilt tú gleða eitt barn á jólum, er hetta eitt gott høvi – tak ein gávuseðil av trænum og kom aftur á savnið við jólagávuni í seinasta lagi sunnudagin 15. desember. Reyði Krossur handar síðani børnunum jólagávurnar.

SKRÁIN:

Kl. 13 - Savnið letur upp
Kl. 14 - Reyði Krossur Føroya fortelur um sítt virksemi
Kl. 14-15 - Jólamaðurin vitjar á Tjóðsavninum
Kl. 15:30 - Morgunkórið kemur at syngja jólasangir
Kl. 16:30 - Kim Hansen kemur at syngja og spæla klaver
Kl. 16:45 - Lyon kemur at spæla Vegna forfall verður eingin konsert við Lyon
kl. 18 - Savnið letur aftur

Á skránni er eisini jólauppgávur til børn at loysa á savninum og okkurt søtt til góman – í jólaskrýddum hølum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin


SAMBAND

Previous
Previous

Savnsdagur 2024

Next
Next

Arkitektur til bygningadeildina