Savnsdagur 2024
Tjóðsavnið skipaði saman við Sands bygdarsavni fyri savnsdegi tann 8. november. Umleið 50 fólk frá 20 søvnum høvdu teknað seg til dagin, sum varð hildin í Virkinum á Sandi. Endamálið við degnum var at hittast og fáa íblástur til savnsvirksemi frá hvørjum øðrum og umrøða viðkomandi spurningar.
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, setti dagin. Á skránni vóru upplegg og orðaskifti um tær avbjóðingar og møguleikar, ið bygdarsøvnini hava. Luttakararnir kundu eisini velja seg inn á tríggjar ymiskar verkstovur. Sum vant vóru útferðir í nærumhvørvinum á skránni. Vitjað varð í Koytum, á goymsluni hjá Sands bygdarsavni og á Sands listasavnið.
Fólk vóru glað fyri høvið at hittast, og ætlanin er, at savnsdagur gerst ein fastur táttur frameftir.