Lendisbata ráðstevnan - Hví endurbøta náttúruna?

Tann 22. november 2024 skipaðu Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna fyri Lendisbata ráðstevnuni, sum setti sjóneykuna á týdningin av náttúruendurbøting í Føroyum. Tað er alneyðugt, at vit fara undir at bøta um skaðarnar á náttúruna og tryggja eina betri javnvág millum vernd og brúk av náttúruni í framtíðini. Hetta var eitt av høvuðsevnunum á hesi áhugaverdu ráðstevnu, ið savnaði næmingar, serfrøðingar, politikkarar og onnur áhugað um hetta felags málið. Ráðstevnan er ein partur av verkætlanunum um at endurbøta hagapartin Stóriryggur og skriðuna oman fyri Syðradal á Kalsoynni. Hesar verkætlanirnar fóru av bakkastokki fyri trimum árum síðani sum partar av norðurlendskari verkætlan um náttúruloysnir.

Ein fjølbroyttur dagur

Skráin fyri dagin var fjølbroytt og fevndi um fyrilestrar, framsýningar, filmar og kjak. Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá Lendisbata verkætlanini, sum hevur sum endamál at kanna støðuna á føroysku náttúruni viðvíkjandi sliti, vernd og endurbøting. Verkætlanin leggur eisini stóran dent á at byggja vitan um føroyska náttúru – serliga millum komandi ættarlið. Næmingar á Miðnámi í Vestmanna hava verið ein týðandi partur av verkætlanini, har teir bæði hava luttikið í praktiskum arbeiði og lært um týdningin av náttúruendurbøting í undirvísingini.

Á ráðstevnuni greiddi Íðunn Hauksdóttir, serfrøðingur frá íslendska stovninum Land og Skógur, frá arbeiðinum við at endurbøta náttúruna í Íslandi. Hon lýsti, hvussu tey hava arbeitt við endurbøting av lendinum heilt síðani 1907 – ein lærdómur, vit kunnu nýta gott av í Føroyum. Lis Mortensen frá Jarðfeingi og Gunnar Bjarnason frá Búnaðargrunninum umrøddu týdningin av burðardyggum hagabiti og, hvussu bóklingurin At lesa landið framvegis hevur stóran týdning, hóast hann varð givin út í 2007. Bjørn Kalsø, bóndi á Blanskálagarði á Kalsoynni, greiddi frá um seyðahald, landbúnað og náttúru, og Ragnheiður Bogadóttir frá Fróðskaparsetur Føroya prátaði um, hví tað er umráðandi at verja náttúruna.

Næmingar frá Miðnám í Vestmanna høvdu gjørt plakatir, sum lýstu, hvussu náttúran er ávirkað av jarðrivi, skriðum og øðrum árinum frá menniskjaligari ávirkan. Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at vit eggja komandi ættarliðinum til at síggja føroysku náttúruna við einum kritiskum eyga og virka fyri at verja hana.

Ráðstevnan endaði við kjaki, har luttakararnir fingu høvi at spyrja spurningar og fáa íblástur. At skapa eitt rúm, har næmingar og serfrøðingar kunnu læra av hvørjum øðrum, er eitt týdningarmikið fet á leiðini at byggja eina framtíð við meira vitan, sterkari náttúru og burðardyggum lendi.

Við Lendisbata verkætlanini hevur Tjóðsavnið sett sær fyri ikki einans at bøta um náttúruna, men eisini at menna vitan og áhuga fyri føroysku náttúruni millum ung. Tí náttúran trívist ikki bara av sær sjálvum – hon treingir til okkum, eins og vit treingja til hana.

Trívist náttúran, trívast vit øll.


SAMBAND

Next
Next

Ráðstevna um náttúruendurbøting í Føroyum