Lendisbata ráðstevnan - Hví endurbøta náttúruna?
Tann 22. november 2024 skipaðu Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna fyri Lendisbata ráðstevnuni, sum setti sjóneykuna á týdningin av náttúruendurbøting í Føroyum.
Ráðstevna um náttúruendurbøting í Føroyum
Fríggjadagin 22. november skipa Lendisbati og Miðnám í Vestmanna fyri ráðstevnu um náttúruendurbøting á Miðnámi í Vestmanna.
Closed for Maintenance í Sundshaga
Hvørt ár koma ferðafólk í stríðum streymi til Føroya at luttaka saman við føroyingum í Closed For Maintenance, eitt átak, sum Visit Faroe Islands skipar fyri hvørt summar.
Filmsbrot um Lendisbataverkætlanina
Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett sær fyri, at Norðurlond skulu vera burðardyggasta øki í heiminum í 2030. Til tess at røkka hesum máli er gongd sett á fleiri verkætlanir á umhvørvisøkinum. M.a. eru 26 milliónir settar av til eina fýra ára ætlan um náttúruloysnir í Norðanlondum.
Náttúrufriðøkið Stóriryggur
Tað var í 2020, at eigararnir av hagapartinum Stóriryggur við Kristin Vilhelmsen á odda avgjørdu at taka seyðin av. Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðøki, har gróður og fuglalív sleppa at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi.
Altjóða vátlendisdagur
Vátlendi veita ein hóp av gagnligum, men ofta undirmettum tænastum fyri okkum av ymsum slag. Eitt nú reinsa tey drekkivatnið og virka sum ein svampur, tá áarførið er, verja fyri ógvusligum veðri og goyma og upptaka kolevni
Skriðan í Syðradali
Um aldarskiftið leyp stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni, sum nú verður granskað og endurbøtt í samstarvi við jarðareigaran av Blankskálagarði, Bjørn Kalsø, Miðnám í Vestmanna og Landgræðsluna í Íslandi. Hóast 22 ár eru liðin, síðan skriðan leyp, sæst stóra sárið enn í lendinum.
Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar náttúruverkætlan í Kalsoynni
Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um eingin mannaávirkan var? Hevði gróðurin, sum var áðrenn landnám, komið aftur, ella hevði annar gróður komið ístaðin?