LIVIND-verkætlanin komin at enda

Mynd: Luttakarir í Helsinki

 
 

Síðan 2021 hevur Fólkalívsdeildin verið partnari í norðurlendsku og baltisku verkætlanini LIVIND (Creative and Living Cultural Heritage as a Resource for the Northern Dimension Region). Øll londini, sum hava luttikið í LIVIND, hava tikið undir við UNESCO-sáttmálanum um verju av siðaarvi. Tað er Finnish Heritage Agency, sum hevur fíggjað og samskipað verkætlanina.

LIVIND-verkætlanin er nú komin at enda, og í tí sambandi eru øll, sum hava luttikið, boðin til Helsinki. Úr Føroyum vóru Patt Lucas, Dorthea Joensen, Búnaðarstovan, Sunnva Asano, Útoyggjafelagið og Kristina Djurhuus Christiansen fyri Tjóðsavnið.

Bakgrund

Endamálið við LIVIND-verkætlanini hevur verið at vísa á samanhangin millum livandi mentan og burðardygga menning og at skapa samstørv millum stovnar, vinnurekandi og privatpersónar í norðurlendska og baltiska økinum. Samstarvið tvørtur um landamørkini hevur í høvuðsheitum verið talgilt gjøgnum netbornar verkstovur, og gjøgnum talgilda samstarvsportalin Howspace.

Undanverkætlanir í Føroyum

Ein týðandi partur av LIVIND hevur verið at eyðmerkja siðaarv, mentanarlig sermerki, rák og møguleikar fyri burðardyggari menning. Til saman blivu 20 undanverkætlanir settar í verk í norðurlendska og baltiska økinum. Í Føroyum blivu ullarvirkan og torvskurður í Svínoy tættir í verkætlanini. Búnaðarstovan og Útoyggjafelagið fingu fígging frá LIVIND til undanverkætlanirnar.

Ullardagur

Ein ullardagur var í Perluni og á Reinsarínum í Havn á vári 2023. Tey vitjandi fingu møguleika at fáa óvirkaða ull millum hendurnar og kundu royna seg í at virka ull. Endamálið við ullardegnum var at vísa á, at ull og ullarvirking er eitt burðardygd tilfeingi og ein arvur frá okkara forfedrum. Tiltakið var bæði fyri børn og vaksin, og tað var væl vitjað. Ætlanin er at fáa ullardagar í fasta legu hvørt ár frameftir. Dorthea Joensen frá Búnaðarstovuni og Patt Lucas skipaðu fyri degnum.

Mynd: Ullardagur í Reinsaríinum í Havn

Torv í Svínoy

Undanverkætlanin Torv í Svínoy byrjaði í mai í 2023 við eini verkstovu við spennandi fyrilestrum um siðaarv, torv og kveikjandi kjaki um nýggjar burðardyggar orkuloysnir í Svínoy. Í juni var ein framsýning um torvsøguna í Svínoy, har ymisk amboð vórðu sýnd fram. Síðan fóru luttakararnir burtur á heiði at skera eitt lítið torveyga. Sunnvá Asano samskipaði verkætlanina í samstarvi við Útoyggjafelagið og verkætlanarbólkin Ferðavinna í Svínoy.

Mynd: Torv í Svínoy

Læruríkir dagar í Helsinki í mai

Luttakararnir í LIVIND-verkætlanini hittust í fyrru viku í Helsinki til fyrilestrar og verkstovur um týdningin av livandi mentan sum burðardygt tilfeingi. Her var høvið at taka saman um og at deila royndir frá undanverkætlanunum.

Livandi mentanin hevur týdning fyri samleika, trivnað og eina burðardygga framtíð. Livandi mentanin er praktiskur vísdómur, sum ættarliðini undan okkum hava savnað saman gjøgnum øldirnar. Tó er vandi fyri at vit missa hann, um vit ikki miðvíst arbeiða fyri at verja hann. Hóast LIVIND-verkætlanin er liðug, eru nógv amboð og lærdómur at arbeiða víðari við. Sí meira um LIVIND og les um undanverkætlanirnar her: Livind – Living heritage holds many possibilities (livindproject.com)

Mynd: Patt og Dorthea greiða frá um ulladagin


SAMBAND

Previous
Previous

Hansara hátign Fríðrikur kongur 10. verður verji hjá Koltursætlanini

Next
Next

Spennandi gripir við Áir