LIVIND-verkætlanin komin at enda
Síðan 2021 hevur Fólkalívsdeildin verið partnari í norðurlendsku og baltisku verkætlanini LIVIND (Creative and Living Cultural Heritage as a Resource for the Northern Dimension Region). Øll londini, sum hava luttikið í LIVIND, hava tikið undir við UNESCO-sáttmálanum um verju av siðaarvi.
Spennandi gripir við Áir
Dýrgripir síggja dagsins ljós, nú ruddað verður á Hvalastøðini, áðrenn hon aftur letur upp fyri savnsgestum 22. juni. Avbjóðingin er at fara væl við óvanligum lutum sum granatum og neyðblussum, samstundis sum trygdin er í hásæti.
Nýggj grein um savns- og kvinnusøgu
Margretha Nónklett, savnsvørður, hevur skrivað grein um savnskvinnuna Petru Djurhuus, sum hevur havt ein týðandi leiklut í menningini av savnsøkinum í Føroyum. Allíkavæl er hon kám í føroysku savnssøguni.