Lodna orsøk til fuglavað í Kaldbaksbotni
Síðst í mai mánaði sást eitt fuglavað í sjálvum áarósanum í Kaldbaksbotni. Hetta var so mikið sjáldsamt at fleiri fólk steðgaðu og undraðust á hvat tað mundi vera. Nógvur ymiskur fuglur var at síggja, másafuglar stóðu í sjálvari ánni og ótu, meðan ternurnar stoyttu seg og fingu okkurt slag av smáfiski.
Tað vísti seg at verða smáar torvur av lodnu, sum onkurvegna vóru strandaðar í sjálvum ósanum. Møguliga hava tær hildið til har um náttina tá tað fløddi og so er fjarað út á morgunin soleiðis at tær ikki sluppu út aftur. Tað sást at teimum ikki dámdi tað feska vatnið úr ánni, og royndu tær at halda seg í lægdum niðri við botn, har tað helst hevur verið saltari.
Seinni um dagin var øll lodnan deyð og lá á botni. Eingin fuglur tók deyða lodnu, bert livandi, men næsta morgun var onki at síggja. Góð føði til nógv ymisk dýr.
Fuglavað: fuglaflokkur á sjónum (eftir æti)