Sanatoriið í Hoydølum skal friðast

 
6898 F015.jpeg

Fornminnisnevndin hevur gjørt uppskot um friðing av Sanatoriinum í Hoydølum. Ynski er, at Hoydalar skulu fatast sum ein heild og eiga at fáa frið og varðveitast. Bygningarnir frá Sanatoriitíðini hava stórt mentanarsøguligt og sosialsøguligt virði, og sum bygningsverk er Sanatoriið eindømi í Føroyum. Saman við Fløtuni og viðarlundini eru Hoydalar eitt heilskapað og sameint mentanarlandslag, sum er til fragd og njótan hjá almenninginum, ið ferðast í hesum serstaka mentanarumhvørvi.

‘Færøernes Amtkommunes Tuberkulosesygehus’, Sanatoriið, varð bygt í Hoydølum í 1908, meðan herviliga tuberklasjúkan gjørdi vart við seg. Sanatoriið  varð innrættað við fólkasanatoriudeild til sjúklingar, sum nýliga høvdu fingið lungnatuberklar, og tuberklasjúkrahúsdeild til sjúklingar, sum høvdu lungnatuberklar. Valdemar Ingemann og Bernhard Ingemann, arkitektar í København, teknaðu Sanatoriið. Um hetta mundið var Sanatoriið millum størstu timburhús í landinum, prýtt við eyðkendum útskornum skurðum um vindeygu og hurðar, og við svalum út móti fløtuni.

Sanatoriið í Hoydølum læt aftur Í 1962, tá ið ‘Studentaskúli Føroya Løgtings’, áður ‘Studentaskúli og Preliminerskeið Føroya Løgtings’, seinni Føroya Studentaskúli og HF-skeið’, flutti inn.

Fornminnisnevndin er tilmælandi nevnd hjá landsstýrismanninum í menta­málum, ið hevur evstu ábyrgd
í friðingarmálum. Uppskotið um friðing er sent til almenna hoyring og hoyringsfreistin er 9. oktober 2020

 
 

Samband

 
Previous
Previous

Savnsfagnaður 2020

Next
Next

Lodna orsøk til fuglavað í Kaldbaksbotni