Nýggj grein um savns- og kvinnusøgu

Margretha Nónklett, savnsvørður, hevur skrivað grein um savnskvinnuna Petru Djurhuus, sum hevur havt ein týðandi leiklut í menningini av savnsøkinum í Føroyum. Allíkavæl er hon kám í føroysku savnssøguni.

Í greinini verður fjøltáttaða virksemi hennara lýst, frá tí hon bleiv partur av Føroya forngripagoymslu í 1928, til savnið bleiv almennur stovnur í 1952 og nøkur ár fram. 

Greinin hevur íblástur frá kvinnusøgu og serstakliga kynjasøgu. Margretha kemur tí eisini inn á, hvussu tað var at vera kvinna í savnsheiminum hasa tíðina og hví Petra Djurhuus mann vera so kám í føroyskari savnssøgu.

Greinin er útgivin í tíðarritinum Fróðskaparrit og kann lesast her (trýst á pdf fílin):

https://ojs.setur.fo/index.php/frit/article/view/884


SAMBAND

Previous
Previous

Spennandi gripir við Áir

Next
Next

Nýtt slag av snultisoppi funnið í Føroyum