Nýggj tíðarfesting á Velbastað

 
Útgrevstur niðri á Bakka 2019.JPG

Við nýggjum tíðarfestingum kann hugsast, at kristna trúgvin á Velbastað er væl eldri enn umleið ár 999, tá ið Sigmundur sigst hava kristnað Føroyar.

Í fornfrøðiliga útgrevstrinum hjá Tjóðsavninum niðri á Bakka á Velbastað, eisini nevndur Kirkjugarðsbakki, er ein fornur rundleittur kirkjugarður, har fornfrøðingarnir hava funnið kristnar gravir. Í miðjum kirkjugarði er ein lítil kirkju- ella bønhústoft grivin fram. Undir hesi kirkjutoft eru grundarsteinar av eini eldri kirkju, og í moldini undir grundarsteinunum eru brend byggkorn funnin. Í mai 2020 vórðu hesi byggkorn tíðarfest til millum ár 765 og 905. Tíðarfestingarnar vórðu gjørdar í einum samstarvi millum Tjóðsavnið, Moesgaard museum í Aarhus og A. Mickiewicz University í Poznań í Pólandi.

Hetta ger fornfrøðiliga útgrevsturin á Velbastað sera forkunnugan og týdningarmiklan fyri okkara fatan av, nær og hvussu Føroyar vórðu kristnaðar.

Hervið er staðfest, at fólk hava búleikast niðri á Bakka longu tíðliga í víkingaøld, men í miðøld fluttu tey longur niðan, har bygdin nú er. Brimið hevur máað tað mesta av elstu búsetingini burtur, og í bakkanum síggjast nú bert leivdir eftir búseting, eitt nú øska og brent malargrót.

Silvurmyntur og krossmerktur fingurringur

Screenshot 2020-06-18 at 13.28.40.png

Við eina grøv varð eisini ein sjáldsamur enskur silvurmyntur funnin í 2016, ið stavar frá 910-15. Granskarar vita bara um fýra myntir sum hendan. Eisini varð ein gátuførur gyltur krossmerktur fingurringur úr silvuri funnin, ið granskarar ikki hava sæð líkan. Tey meta, at ringurin stavar frá evropeiska meginlandinum í tíðini millum umleið 1050 og 1250. Hesir gripir kunnu upplivast í framsýningini hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni.

Les eisini: Gátuføri ringurin á Velbastað

Fornfrøðilig tøkni anno 2020

At menna fornfrøðiligu tøknina er eisini ein liður í granskingarverkætlanini á Velbastað. Mentanarlandsløgini kring toftirnar eru skrásett í 3D við dronu, og lendið er skannað við georadara ella GPR (Ground Penetrating Radara). GPR er eitt tól, ið gevur myndir av avvikum, sum t.d. toftir o.ø., ið brýtur frá natúrliga lendinum. Síggj fornminni í 3D her

Fornfrøðiligi útgrevsturin heldur í hesum umfari fram til 17. juli 2020.

 
 

Samband

 
Previous
Previous

Summar við Tjóðsavninum

Next
Next

Hvalastøðin við Áir letur upp aftur í summar