Kunning um fornfrøðiligan útgrevstur
Hesa vikuna eru vit farin í gongd við fornfrøðiliga útgrevstrinum við Borðoyarvík í Klaksvík.
Stuðulstiltak til frama fyri neyðstødd í Ukraina
Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross. Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum.
Fornminni á Kortal.fo
Jarðføst fornminni og friðaðir bygningar eru nú eisini at finna sum løg á kortalinum hjá Umhvørvisstovuni www.kortal.fo. Kortløg eru staðsettar dátur, sum kunnu leggjast á eitt bakgrundskort, eitt nú føroyakort. Onnur kortløg eru yvir adressur, matriklar, staðarnøvn o.a.
Bókaútgáva: Handilsviðurskifti í útnorði árini 1400-1700.
Í 1500-árunum sigldu mong skip um Atlantshav úr Norðurtýskalandi til Íslands. Flestu teirra fóru úr býunum Hamburg og Bremen, sum báðir vóru sterkir og máttmiklir limir í sonevnda Hansa-handilsfelagsskapinum. Eisini í Føroyum vitjaðu skipini í royndunum at keypa fisk aftur fyri gerandisvørur og matvørur.
Nýggj tíðarfesting á Velbastað
Nýggj tíðarfesting bendir á, at kristna trúgvin á Velbastað er væl eldri enn umleið ár 999, tá ið Sigmundur sigst hava kristnað Føroyar.
Nýggjur bóklingur um fornminni í Kirkjubø
Bóklingurin er ein dagføring av bóklinginum, ið Føroya Fornminnissavn og Føroya Fornminnagrunnur góvu út í felag í 1989. Tað er Símun V. Arge, ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum, sum hevur skrivað bóklingin.
Mannatenn og gravir undan kavi
Í fornfrøðiliga útgrevstrinum niðri á Bakka á Velbastað, sum var í 2016 og 2017, vórðu mannatenn funnar. Talan er tí um gravir í fornum kirkjugarði.
Gátuføri ringurin á Velbastað
Ein sjálsamur ringur er funnin á Velbastað. Kanningar av einum silvurmynti, sum var funnin samstundis, hava staðfest, at mynturin er úr Onglandi og er gjørdur í 900-talinum. Men enn veit eingin at siga, hvaðani ringurin stavar