Savnsfagnaður 2020

 
Tjóðsavnið_SAVNSFAGNAÐUR2020_1200x1200px.jpg

12. til 16. oktober er heystfríð og á Tjóðsavninum gleða vit okkum at bjóða tær vælkomnum á Savnsfagnað. Hvønn dag frá kl. 11 - 13 og kl. 14 - 16 er savnið opið og klárt at taka ímóti forvitnum vitjandi, og skráin er fylt við tilboðum til bæði børn og vaksin.

Sum tú kanska longu hevur gitt út frá myndini omanfyri, so hevur ársins evni okkurt við plantur at gera. Og tú hevur púra rætt. Evnið er “PLANTURNAR OG VIT” og fevnir um plantur og alt, sum livir í, av, saman við og rundan um tær. Og har er nógv - eisini tú!


Wow%2C-unbelievable%21-Portrait-of-funny-amazed-little-boy-looking-at-camera-with-shocked-astonished-expression-1201545330_5464x3643.jpg

Avmarkað atgongd!

Orsakað av koronu sleppa bara 100 fólk inn á Tjóðsavnið í senn og øll skulu skrásetast talgilt. Atgongumerki kosta 20 krónur og skal vísast við dyrnar - talgilt ella á prenti.


Kennir tú planturnar, sum veksa her í Føroyum?

Í ár hava vit skipað fyri fleiri serligum framsýningum um plantur í Føroyum. Visti tú til dømis, at vit hava fleiri sløg av kjøtetandi plantum í Føroyum, og at hoylús er ein planta og ikki ein lús? Lær eisini um plantuliting í víkingatíð, fotosyntesu og annað spennandi. Og ert tú forvitin at vita, hvør livir millum allar planturnar, so kanst tú seta teg við eina sjóneyku og kava niður í smákyktaheimin saman við smákyktaserfrøðinginum Willa, sum er fúsur at hjálpa til og siga frá.

Heiða og gandablóman

IMG_0120.jpg

Í ár verður aftur ein nýggj og spennandi søga at hoyra. Hesaferð fara huldugentan Heiða og hvítravnur hennara, Rúnar, at siga frá um gandablómuna. Søgan hóskar stak væl til tey yngru børnini og verður at hoyra hvønn dag kl. 11.15.

Royn teg nú - Leita og gita!

Plantur kunnu brúkast til mangt og hvat, men hvørjir lutir munnu vera úr plantutilfari og ikki? Svarini finnur tú sjálvandi hjá okkum. Og í einum serligum Myrkarúmi kanst tú leita eftir innsløddum plantum og kyktum við eini UV-lummalykt, og í Flower Power-básinum sleppa øll, sum vitja, við aftur í tíð og fáa eina 60-ara blómu málaða á kjálkan.

Granskarasøgur og uppgávuhefti

Hvønn dag kl. 14.30 kanst tú heilsa upp á veruligar granskarar og serfrøðingar, sum siga frá spennandi granskarasøgum um plantur. Sum vant er eisini eitt uppgávuhefti til øll børn at stuttleika sær við, fult við læruríkum uppgávum, sum kunnu loysast bæði á savninum og heima við hús.


hqdefault.jpg

Plantu-KAHOOT! og kims bio

Kom og ver við í Kahoot spurnakapping um plantur – hon er bæði stuttlig og lærurík. Eisini verður høvi at síggja teknifilmin "Søgan um epli" í Kims Bio. Filmurin lýsir søguna um, hvussu eplið kom til Evropa.


Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum til Savnsfagnaðin 2020!

 
Previous
Previous

Nýggj ársfrágreiðing

Next
Next

Sanatoriið í Hoydølum skal friðast