Savnsfagnaður 2022

 

10. til 14. oktober er heystfrí og tað merkir at Savnsfagnaður er á Tjóðsavninum. Savnið er opið hvønn dag frá kl. 11 - 13 og kl. 14 - 16, og skráin er fylt við tilboðum til bæði børn og vaksin. Evnið á Savnsfagnaðinum í ár er kanska eitt sindur øðrvísi enn evnini undarfarnu árini. Evnið í ár er nevniliga piss. Hettar er eitt evni, vit øll, bæði stór og smá, kenna væl. Ikki so? Spurningurin er tó, hvussu nógv vita vit veruliga um piss?

Eitt annað føroyskt orð fyri piss, er land. Men visti tú, at hetta ikki er eitt serføroyskt orð ella fyribrigdi? Sjálvt orðið land - ella lant - kemur millum annað fyri í gomlum enskum máli og merkir súrgað piss.

Land hevur verið nýtt víða um í heiminum, sum bæði sjampo, heilivágur og munnskol. So kanska var ALT ikki betur fyrr!

Eisini kann piss slatra. Við hjálp frá vísindini slatrar títt piss um heilsu tína, kettupiss lýsir undir UV ljósi og hundurin veit alt fyri eitt, um ein annar hundur hevur verið í nánd við at snodda til ein lyktarpela.

Sært tú – vísindin er als ikki rotin. Vísindin kann vera stuttlig, spennandi og upplýsandi! Tá vit spæla, tvætla og skemta saman, so læra vit okkurt nýtt, og ofta uttan at vit eru tilvitað um tað.

So, kom í gongd! Hugnið tykkum og spælið! Roynið tykkum sum smákyktagranskarar, lokums- heimsspekingar ella gerið hálsprýðir á nýrasteinsverkstovuni.


Atgongumerki kosta 25 krónur og skal vísast við dyrnar - talgilt ella á prenti.


 


Granskarasøgur og uppgávuhefti

Hvønn dag kl. 14.30 kanst tú hoyra spennandi granskarasøgur um piss. Sum vant er eisini eitt uppgávuhefti til øll børn at stuttleika sær við, fult við læruríkum uppgávum, sum kunnu loysast bæði á savninum og heima við hús.

Eisini eru barnavinarligar framsýningar har alt gott og gamalt er at síggja


Náttpotturin hjá HeiðU

Søguleikur við huldugentuni Heiðu. Heiða hugsar um tað nú passar, at ALT var betri fyrr... Náttpottar, úthús, gras og avísir ístaðin fyri vespappír og at vaska við landi.

Ein livandi søga fyri yngru børnini.


Sjóneykur og smákykt

Kom heilt tætt at føroysku kyktunum við einari sjóneyku


Lokumsgraffiti

Eitt nátthús har børnini hava møguleika at royna seg við lokumsgraffiti.


Jarðfeingi

Kanna eina havbotnskjarnu við luppi og hygg eftir spennandi steinsavninum


Nýrasteinsverkstova

Ger tær hálsprýði ella armband burturúr ymiskum perlum


Kahoot kapping fyri størri børn - henda kapping krevur snildfon


Skráin er hendan allar dagarnar

11.00 Savnið letur upp

11.15 Náttpotturin hjá Heiðu

13.00 Savnið letur aftur

14.00 Savnið letur upp

14.30 Dagsins granskarasøga

15.00 Kahoot! kapping

16.00 Savnið letur aftur


Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum til Savnsfagnaðin 2022!

 
Previous
Previous

Kanning av vatnklukkum og bátsmanstekum í føroyskum tjørnum og vøtnum

Next
Next

Skriðan í Syðradali