Kanning av vatnklukkum og bátsmanstekum í føroyskum tjørnum og vøtnum

 

Rípukálvur (Boreonectes multilineatus) sum var savnaður úr einari tjørn í Eysturoynni. Mynd: Agnes-Katharina Kreiling

Granskarar á Tjóðsavninum hava granskað vatnklukkur og bátsmanstekur í føroyskum tjørnum og vøtnum. Teir kunnu staðfesta, at tað serstakliga er støddin og dýpið sum avgerð, hvar sløgini koma fyri. Í mun til støddina og dýpið, so sást eingin ávirkan á fjølbroytni ella samfeløg, orsaka av hvar tjarnirnar lógu ella hvussu avbyrgdar tær vóru frá øðrum tjørnum og vøtnum.

Granskararnir funnu fimm sløg av vatnkálvum (ættin Dytiscidae), eitt slag av vatnstígara (ættin Haliplidae) og tvey sløg av bátsmanstekum (ættin Corixidae). Tilsamans vóru 1522 skordýr savnaði í 57 tjarnum og vøtnum á Streymoynni og Eysturoynni. Toftavatn var tað størsta vatnið, sum varð kannað og ein tjørn, ella hylur, í 400 metra hædd omanfyri Oyri, var minst.

Tjarnir og vøtn í Føroyum eru einfaldar livandi skipanir, har tað ber væl til at granska fjølbroytni hjá feskvatns skordýrum. Har kunnu vit lætt síggja hvussu tað livandi samspælir við umhvørvið og tað hjálpir okkum at skilja, hví lívmargfeldið er háttað sum tað er. Endamálið við kanningini var, at fáa vitan um fjølbroytni, samfeløg, útbreiðslu av sløgum og so eisini hvussu hesi eru háttaði samanborið við tað ólívrunna umhvørvið.

Úrslitið av kanningini, sum er grundað á tilfar, sum var innsavnað fyri 20 árum síðan, er útgivið sum ein “open access” grein í tíðarritinum “Insects" og er tøk her: https://www.mdpi.com/2075-4450/13/10/923

Stødd og dýpi á tjørnum avgerða hvar sløgini koma fyri. Mynd: Leivur Janus Hansen


Samband

 
Previous
Previous

Føroyski báturin – bátasmíð, siðir og brúk

Next
Next

Savnsfagnaður 2022