Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús vart ph.d. við Durham University

 

Mánadagin hin 1. mars 2021 vardi Ann Sølvia sína ph.d.-ritgerð við Durham University.

Heitið á ritgerðini er Burials and Landscapes during the Viking Age og snýr seg um gravir og landsløg í Føroyum í víkingatíð.

Vegna Covid 19 støðuna var verjan á netinum. Próvdómarar vóru Sarah Semple, Professor and Head of Department við Durham University (innanhýsis), og Neil Price, Professor of Archaeology við Uppsala Universitet (uttanhýsis). Verjan gekk væl og vardi umleið tveir tímar. Skoðsmálini vóru góð, og verjan varð staðin við teirri treyt, at smáar rættingar skuldu gerast. Endaliga útgávan av ritgerðini varð formliga góðkend í august 2021.

Ann Søvia er tí útnevnd Doctor of Philosophy í fornfrøði og er fyrsti føroyingur við einum doktaraheiti í fornfrøði í Føroyum. Prógvið verður formliga handað í januar 2022 í Onglandi í býnum Durham, tá verður ein Congregation ceremony.

Í síni granskingartíð hevur Ann Sølvia verið innskrivað fyrst við University of Aberdeen og harnæst við Durham University, Department of Archaeology. Fyrsti vegleiðari hjá Ann Sølvia hevur verið Dr Karen Milek, Associate Professor við Durham University og annar vegleiðari hevur verið Professor Mike Church, Durham University. Uttanhýsis vegleiðari hevur verið Símun V. Arge, sáli, fornfrøðingur, ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum.

Verkætlanin er høvuðsfíggjað av Granskingarráðnum, Fugloyar Kommunu og Hvannasunds Kommunu.

Ann Sølvia er flutt heim til Føroyar og hevur fulltíðarstarv sum fornfrøðingur á Tjóðsavninum. Ætlanin er at ph.d.-ritgerðin verður útgivin. Hava fólk spurningar, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Ann Sølviu.


 
Previous
Previous

Savnandi Savnsdagur í Kringvarpi Føroya

Next
Next

Nýggjur savnsteknikari settur á Tjóðsavninum