Nýggjur savnsteknikari settur á Tjóðsavninum

 

Guðrið Poulsen er sett í starv sum savnsteknikari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum. Guðrið er 34 ára gomul og er kandidatur í søgu við sergrein í Informationsforvaltning frá Lærda háskúlanum í Aalborg. Guðrið hevur drúgvar royndir og hevur seinastu árini arbeitt á Tjóðskjalasavninum, har hon m.a. hevur skrásett, vegleitt brúkarum á lesistovuni og avgreitt spurningum frá brúkarum og stovnum.

Uppgávurnar hjá Guðrið á Tjóðsavninum eru m.a. innsavningar- og goymsluarbeiði, myndasavnið, gripaskráseting og framsýningargerð.

Vit ynskja Guðrið vælkomnari á Tjóðsavninum og blíðan byr í starvinum.

 
Previous
Previous

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús vart ph.d. við Durham University

Next
Next

Savnsfagnaður 2021