Serframsýning á Tjóðsavninum

 
3.jpg

Serframsýning

Heimið: Karmur um handverk og skapandi evni

Við hesari framsýning ynskja vit at varpa ljós á tær húsaleivdir sum útgrevsturin heima á Oyrini í 1958 avdúkaði í Fuglafirði, og ynskja at sýna fram gripirnar, sum tá vóru funnir av Sverra Dahl, landsfornfrøðingi

Gripirnir frá útgrevstrinum eru fjølbroyttir og sera væl varðveitir. Serliga eru fleiri lutir, ið bera boð um vakurt handverk og skapandi evni evnað úr ymsum tilfeingi – heimligt og innflutt.

Hesir lutirnir hava ligið væl varðveittir á goymsluni, goymdir, men ikki gloymdir. Kanska ein tílík framsýning aftur kann varpa ljós á staðið, sum einaferð var so livandi, og var ein karmur um handverk og skapandi evni í víkingatíð.

Heimið tá, eins og nú, hevur verið karmur um dagligt yrki, handverk og familjulív.

Framsýningin ber tí heitið “Heimið - karmur um handverk og skapandi evni”

Serframsýningin lat upp fyrstu ferð í samband við Mentanardagarnar í Fuglafirði í september 2018 og verður nú at síggja á Tjóðsavninum í Hoyvík frá 08/11 til og við 09/12 - hósdag og sunnudag millum klokkan 14 og 17


 
Previous
Previous

Skónir í Føroyum

Next
Next

Savnsfagnaður í heystfrítíðini