Serframsýning: Smátt - men stórt

 
Eyka 5.png
 

Vit eru altíð umgird av smáum djórum uttan mun til, um vit eru úti ella inni. Klukkur, eiturkoppar, mýggjabitar og onnur smákykt eru so mikið smá, at vit nóg illa geva okkum far um tey. Hóast lítlu støddina eru mong, sum kortini føla andstygd, tá tey koma í samband við og tætt at djórunum. Tjóðsavnið vil við hesi ferðaframsýning geva fólki møguleikan at síggja hesi djórini á ein øðrvísi hátt; at kalla andlit til andlits.

Her kanst tú uppliva føroysku smákyktini í risastødd:


Previous
Previous

Varðveitingararbeiðini í Kirkjubø halda fram

Next
Next

Serframsýning - Merkið 100 ár