Varðveitingararbeiðini í Kirkjubø halda fram
Eftir páskir var farið undir varðveitingararbeiðini í Kirkjubø. Aftur í ár verður arbeitt á tveimum mótum – á Múrinum og á Líkhúsi.
Múrurin
Múrurin
Beint fyri páskir var farið undir at fáa ymist tilfar til arbeiðsplássið við Múrin.
Konserveringsarbeiðini í ár fevna um kapellið - ella Nunnukleystrið, sum tilbygningurin á eystasta parti á norðursíðuni á Múrinum eisini verður nevndur.
Í ár var tó ikki sum undanfarin ár neyðugt at seta upp stóru arbeiðspallarnar og taka fyribilsveðurverjuna niður. Hetta, tí vit hava valt at lata fyribilsverjuna standa uppi fyri at nýta hana sum skjól og lívd móti regni og vindi í hesum avmarkaða parti av dómkirkjutoftini, soleiðis at arbeitt kann verða í mest sum øllum veðri.
Arbeiðið í ár er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.
Arbeiðið fevnir um at konservera múrverkið á kapellinum fyri norðan, vestan og eystan, eins og sunnan, ið eisini er eystasti partur av norðurmmúrinum í sjálvari kirkjuni bæði innan og uttan. Arbeiðspallur er settur upp inni í kapellinum, lokað er fyri vindeygaopini í múrverkinum fyri eystan og vestan, og op eru gjørd í veðurverjuna, ið virka sum takljós, soleiðis at dagsljós eisini fæst inn í rúmið, har arbeitt verður.
Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum er aftur í ár bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat er eftir av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.
Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini.
Nú er komið so langt ávegis við konserveringsarbeiðunum upp á Múrin, at tá liðugt er einaferð í august mánaða, verða fyribils veðurverja og arbeiðspallar tikin niður, og fer so ikki bert kapellið men allur Múrurin nú aftur at standa berur, múrverkið væl og virðiliga konserverað, og múrkrúnan løgd við flagi.
Komandi ár verður so tað, sum eftir er at konservera, gjørt frá jørðini ella lágum pallum.
Líkhús
Beint fyri páskir kom ráðgevi savnsins, konservatorurin Hans Frederiksen, við Norrønu til Føroyar, og farið varð undir varðveitingararbeiðini á Líkhúsi.
Fyrstu ferð, at Líkhús gjørdist ítøkiligur partur av verndararbeiðinum, var í fyrraári. Tó so, farið varð so smátt undir at fyrireika verjutiltøk í 2015 m.a. við at gera skrásetingar við dronu, eins og at fyribils veðurverja 2016 varð løgd yvir eystara partin av kirkjutoftini. Ætlanin var, at hon skuldi standa uppi í eini 2-3 ár, so at múrlívið kann torna. Tað er skilligt, at partar í múrverkinum eru festir við sement. Nær hetta er gjørt, er óvist, tí hetta tykist ikki vera skjalprógvað.
Í ár verður hildið á fram at konservera vestara partin av norðurmúrinum og tað, sum stendur eftir av vesturmúrinum – tað er tað, sum stingur seg nakað upp úr lendinum, og sum er mest sjónligt har á staðnum. Í fjør varð helmingurin av hesum bygningaparti konserveraður, eitt nú við at festa okkurt av niðurdotna grótinum. Arbeiðið hevur gingið stak væl, og tí er helmingurin av veðurverjuni tikin burtur, soleiðis at tann parturin av múrverkinum eisini kann verða konserveraður. Komandi ár er so bert tað eystasta av múrinum eftir at konservera.
Ein serlig avbjóðing hevur verið at seta ein stóran stein upp á pláss aftur. Hann hevur upprunaliga staðið í landnyrðingshorninum men er gliðin út, og hevur í fleiri ár ligið har á vøllinum. Hetta verður eisini gjørt komandi ár. Arbeiðið á Líkhúsi varir fram til 15. mai, tá konservatorurin fer av landinum aftur.
Eins og undanfarin ár verður dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.
Símun V. Arge